Tingmanning og leiðsla í Fólkaflokkinum er kallað inn til fundar seinni hesa vikuna fyri at viðgera uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni í innlendismálum, um eina privata undirsjóvartunnilsloysn millum Eysturoynna og Suðurstreym. Nakrir tinglimir hjá flokkinum kenna seg ikki nóg væl kunnaðar, áðrenn teir eftir ætlan skulu taka støðu til lógaruppskotið hjá Kára P. Højgaard, sum verður borið í Løgtingið á Ólavsøku.
Men tað liggur fast, at Fólkaflokkurin er fyri einari privatari loysn millum Eysturoynna og Suðurstreym, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
-Vit halda at ein privat loyns inn í Eysturoynna er rætta loysnin, men tá tað kemur til ein tunnil í Sandoynna, so meta vit, at ein almenn loysn har er tann besta, sigur Jørgen Niclasen við Portalin.
Trupulleikin við at byggja báðar tunnlarnar alment, er tann ovurstóra lánibyrðan, sum landið tá átekur sær, metir Jørgen Niclasen og vísir á, at skuldin hjá tí almenna vildi tvífaldast, um báðir tunnlarnir vórðu bygdir av tí almenna. Harafturat verða inntøkurnar frá Sandoynartunnlinum ov fáar til at kunna bera eina privata loysn, metir hann.
Tá Fólkaflokkurin hevur fingið svar upp á teir spurningar, sum tingmanningin fer at seta Kára P. Højgaard, og um hesi svar kunnu góðtakast, so er klárt at fara undir tingviðgerðina jaliga, sigur formaðurin í flokkinum.
Sambandsflokkurin hevur ikki sagt nakað um, at honum tørvar fleiri upplýsingar, so privata loysnin hjá Kára P. Højgaard nærkast.
(Tilvildarlig modelmynd)