POLITIKKUR
Líkt er til, at ikki alt er so gott millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin í samgonguni, eftir at Tjóðveldisflokkurin ætlaði at atkvøða fyri misáliti móti Jørgen Niclasen, fyrrverandi landsstýrismanni.
Eftir hvat Sosialurin skilir, so var fundur millum umboð fyri teir báðar flokkarnar leygarkvøldið. Fundurin varð róptur fyri at vera óformellur, men tosað hevur eftir øllum at døma verið um eitt møguligt samgongusamstarv.
Einki úrslit spurdist burturúr, og tað skal hava verið spurningurin um løgmansembætið, ið hevur verið avgerandi.
Hesin sami spurningurin var orsøkin til, at tað slitnaði millum partarnar, tá partarnir royndust at semjast um eina samgongu saman við Javnaðarflokkinum eftir valið í apríl.
Síðani Jørgen Niclasen misti sessin hjá sær orsaka av trýstið frá m.a. Tjóðveldisflokkinum hevur stevið í samgonguni ikki verið tað besta, og støðugt hava tíðindi um minni gott samstarv verið frammi sum tíðindi og leysasøgur.
Tískil er tað heldur ikki so langt av leið, at Fólkaflokkurin kunnar seg um, hvørjar samstarvsmøguleikar flokkurin hevur.
Eingin vil tosa
Sosialurin hevur dúgliga roynt at fingið tíðindini váttaði, men hetta hevur ikki borið til.
Eingin vil alment siga, at talan vóru um samráðingar.
Eingin teirra, ið sigst hava verið við til fundin, vil gera nakra serliga viðmerking.
Alfred Olsen, næstformaður í Sambandsflokkinum, sigur, at ein tílík hending sum tá Jørgen Niclasen fór úr starvi gevur møguleikan til prát, og umboð fyri Sambandsflokkin hava prátað nógv við Fólkaflokkin, men hann avsannar, at talan hava verið um nakrar samráðingar.
Formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum,Óli Breckmann, vil hvørki vátta ella avsanna, at fólk úr flokkunum báðum hava tosað saman, men so leingi, teir eru í einari samgongu, gera teir einki við at tingast við annan flokk um møguligt samstarv, sigur hann.
Á tingfundinum týsdagin gekk prátið heitt um evnið.
Formaður Tjóðveldisfloksins segði seg eisini hava hoyrt leysasøgurnar, men hann tók tað róliga. Hann sigur, at Tjóðveldisflokkurin heldur seg til gjørdar avtalur.
Sama støða
Formaður fyri Javnaðarflokkin sigur seg kenna hesa støðuna aftur. Hetta váttar, at hetta ikki er fyrstu ferð, at Fólkaflokkurin ger sovorðið.
?Hasar søgurnar eru eisini komnar fyri mítt oyra. Hetta er fyri sovítt sama støðu sum í síðsta valskeiði: Hvørja ferð størri trupulleikar stungu seg upp í samgonguni, so var Fólkaflokkurin skjótur at tosa við okkum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at Fólkaflokkurin ger hetta fyri at tryggja seg sjálvan, og hetta gera hann best við teimum átta hjá Sambandsflokkinum, soleiðis at roknistykki gongur upp.
?Hetta er taktikkur. Teir vilja gera mótpartin moyran, men mítt ráð til Sambandsflokkin má vera, at tey ikki skulu lata seg brúka av Fólkaflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard.