Fólkaflokkurin og ábyrgd

Sorgblítt at hoyra formann Fólkafloksins í Degi & Viku eftirlýsa ábyrgd í fíggarpolitikkinum, nú stórt hall er á fíggjarlógini. Víðari segði hann, at vit mugu síggja álvaran og ikki sleppa øllum leyst, tí so verður hallið á fíggjarlógini 1 milliard. Undirtónin er týðiligur, at Fólkaflokkurin borgar fyri einum ábyrgdarfullum fíggjarpolitikki, og tað má so merkja, at tað gera hinir samgonguflokkarnir ikki.

Í tilgongdini at gera bæði ólavsøkupakka og fíggjarlóg hava sum vera man verið uppskot um at taka av bygnaðarligar skeivleikar. Men næstan undan undantak hevur Fólkaflokkurin sett seg ímóti. Besta trygdin fyri, at vit framvegis hava eina røð av stuðulsskipanum til bæði vinnu og borgaran er sami Fólkaflokkur, sum nú rópar um fíggjarliga ábyrgd. Eg síggi, at ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum Huxa sigur, at allur stuðul til vinnu skal takast burtur. Av hesum átti Fólkaflokkurin at tikið við læru.
Sjálvur situr Jørgen sum landstýrismaður í uttanríkismálum og ger avtalur. Kann nevna 7 rammuskránna hjá ES, sum Jørgen tekur sær æruna av í fjølmiðlunum. Avtalan kostar 10 mió í 2010. Men tað er ikki uttanríkisráðharrin ið skal útvega fíggingina. Nei tá tað kom til fíggingina, tá átti landstýriskvinnan í mentamálum ábyrgdina.
Uttanríkisráðið er á tremur við fólki og kostar hópin av peningi, og var einasta ráðið, ið fekk øktar karmar í 2010, við eini játtan á 9 mió til at marknaðarføra Føroyar.
Ein annar landstýrismaður hjá fólkaflokkinum skuldi fáa inntøkutrygdina út til partarnar á arbeiðsmarknaðin. Hetta er ikki hent enn, og tí mangla 50 mió á hesi kontu á fíggjarlógini fyri 2010. Óneyðugt er at siga, at landstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann ikki kann finna sparingar fyri hesa upphæddina.
Einasta boð uppá sparingar, ið vit hava hoyrt frá Fólkaflokkinum, var at lóggeva sáttmálabundna lønarhækkingin hjá alment løntum burtur. Hetta er nær um einasta boð uppá loysn , ið Fólkaflokkurin higartil er komin við. Men tað er hópin av uppskotum, ið teir ikki vilja góðtaka.
Á íløgusíðuni hevur Fólkaflokkurin markerað seg við, at bæði Norð um Fjall og Sandoyartunnilin skuldu á fíggjarlógina fyri 2010. Hesar íløgur merkja eina øking av skuldini hjá landskassanum við 1,5 milliard.
Tí skal meira enn vanligt hugflog til, um ein skal keypa orðini hjá Jørgen Niclasen um, at hann og Fólkaflokkurin borga fyri at fáa ábyrgd inn í fíggjarpolitikkin.