Fólkaflokkurin leiðir Føroya fólk í óføri

Hevur Føroya fólk gjørt sær greitt, at fullveldi fer at merkja eina avmarking av rættindunum á flestu økjum?

Hevur Føroya fólk gjørt sær greitt, at fullveldi fer at merkja eina avmarking av rættindunum á flestu økjum? Hava fólk gjørt sær greitt, hvat tað er fyri eitt samfelag, landsstýrið við Fólkaflokkinum á odda hevur at bjóða teimum í staðin fyri tað samfelag, sum Sambandsflokkurin stendur fyri, við teimum rættindum sum føroyingar eiga sambært ríkisfelagsskapinum við útgangsstøði í »Danmarks Riges Grundlov«?

At Tjóðveldisflokkurin setur alt uppá spæl fyri at fremja loysingina, kosta hvat tað kosta vil, tað er væl skiljandi. Teir mega halda fram og látast at trúgva uppá egnar ætlanir.

Fólkaflokkurin, sum hevur landsins leiðslu um hendi, leiðir Føroya fólk í óføri. Tað er hann, sum loyvir fullveldisætlanini at verða gjøgnumførda. Tað er Fólkaflokkurin, sum loyvir øllum hesum at henda, sum kemur at taka grundarlagið undan føroyska samfelagnum. Hesir siga fyri Føroya fólki, at ongar broytingar verða av týdningi, og at vælferðin ikki verður ávirkað skeiva vegin. Hetta er at føra Føroya fólk bak ljósið, so tað munar.

Allir føroyingar vita væl, at fullveldisætlanin byggir á kyksendi, at út við helvtin av búskapinum hvílir á ríkisfelagsskapinum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Eisini vita allir føroyingar, sum vilja vita tað, at tann sosiala trygdin, og trygdin annars hvørvur sum døgg fyri sól, sama dag sum føroyingar melda seg út úr Grundlógini. Hetta er bara logikkur, soleiðis eru spælireglurnar nú bara einaferð.

Um vit eru erlig fyri okkum sjálvum, so má viðurkennast, at skipanin, sum vit hava, er ein av frælsastu skipanum, sum finnast. Hon ber í sær alla ta trygd og frælsi, sum eitt framkomið samfelag eigur at hava.

Hvat er tað, sum vit føroyingar ikki fáa gjørt fyri núverandi skipan? Hetta svar fáa vit ongantíð, av góðum grundum. Tí verandi skipan er so rúm og fræls, at næstan alt letur seg gera. Hon gongur líka at loysingini, um tað er tað, vit ynskja.

Føroyingar mega steðga fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, jú fyrr, jú betur. Síðan fara undir ta realistisku nýmótansgerð av viðurskiftunum í ríkisfelagsskapinum, sum Sambandsflokkurin hevur mælt til.

Tað fer at gerast meira eyðmýkjandi fyri føroyingar at bakka burtur úr aftur fullveldisætlanini, jú longur tann sokallaða fyrireikingin er komin. Og at bíða til landsstýrið hevur endað samráðingarnar við Danmark um at melda Føroyar út úr ríkinum. Tað fer sanniliga at verða ein eyðmýkjandi støða fyri føroyingar, tá at venda við aftur. Tí er tað ábyrgdarleyst av Fólkaflokkinum at seta føroyingar í eina sovorðna støðu.


Edmund Joensen,

form. Sambandsfloksins