Fólkaflokkurin krevur fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging

- Tað er eitt krav frá Fólkaflokkinum til samgonguna, at kommunur skulu ikki leggjast saman fyrrenn fólkaatkvøða hevur verið í øllum kommunum. Tað staðfestir Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Hann er limur í politiska bólkinum, sum viðgerð spurningin um ein nýggjan kommunubygnað.

Hann hevur stóran áhuga í spurninginum um kommunubygnaðin og hann staðfestir, at hann fer aldrin at góðtaka, at kommunur verða tvingaðar at leggja saman.

Hann sigur, at tað er ein samtykt í Fólkaflokkinum, at ongar kommunusamanleggingar verða uttan at fólkaatkvøða hevur verið um tað fyrst.

Og hann leggur afturat, at fólksins vilji skal virðast, tí kommunur skulu ikki tvingast at leggja saman, har fólkið ikki vil.

Tað merkir, at í teimum kommunum, har úrslitið av fólkaatkvøðuni verður at meiriluti er ímóti samanlegging, skal heldur ongin samanlegging verða.

Fyr at nevna eitt dømi, so ætlar politiski fylgibólkurin, at Fuglafjørður og Eystur Kommuna skulu leggjast saman.

- Men verður úrslitið av eini fólkaatkvøðu í Fuglafirði, at fólkið sigur nei til samanlegging, skulu kommunurnar heldur ikki leggjast saman.

Eitt annað dømir er Suðuroy, sum eftir ætlan skal verða ein kommuna.

- Men siga vágbingar nei til fólkaatkvøðu, skal Vágur sleppa at standa uttanfyri eini samanlegging, staðfestir Jógvan á Lakjuni.

Hann ivast eisini í um samgongan er so øgiliga nær eini semju um kommunubygnaðin, sum Annika Olsen heldur á Portalinum í morgun.

- Ein avgerandi spurningur í málinum um ein nýggjan kommunubygnað, er, hvussu tey fíggjarligu viðurskiftini skulu skipast og um talan skal vera um eina útjavningarskipan, eina blokkstuðulsskipan frá landi til kommunur, ella um eina heilt aðra skipan.

- Hetta er kanska tað tórførasta málið av øllum at finna semju um, men her er spónurin ikki settur í greytin enn, so enn er langt eftir á mál, sigur Jógvan á Lakjuni.

Longur niðri á Portalin hava vit bæði í gjár og í dag havt fleiri greinar um kommunusamanleggingar.