Fólkaflokkurin krevur eisini nýggja byrjan

Eins og Sambandsflokkurin vil Fólkaflokkurin hava samráðingar um nýggja samgongu Fólkaflokkurin fer ikki upp í verandi samgongu.

Aftan á fundin í dag millum Jørgen Niclasen og samgonguflokkarnar sigur Fólkaflokkurin í einari fráboðan, at talan má vera um eina samgongu við sjálvstøðugum innihaldi, har bindingar og býti eru til nýggja viðgerð, um flokkurin skal vera við.

-Vit duga ikki at síggja meiningina í at koma inn sum eitt klípi. Tað er umráðandi, at vit fáa eina virkisføra stjórn. Byrja við opnum sinni, sigur Jørgen Niclasen, floksformaður.