Fitt av fólki komu saman í Klaksvík leygardagin. Á skránni var landsfundurin hjá Fólkaflokkinum.
Fundurin vardi frá kl. 11 á morgni til einaferð út á út á kvøldið.
Løgtings- og landsstýrismenn floksins løgdu allir fram, og fundarfólki fekk síðani høvi at gera viðmerkingar til evnini.
Sum vera mann, so vóru tað nógv, sum tóku orðið í spurninginum um sjálvstýrisgongdina.
Óli Breckman og Anfinn Kallsvberg høvdu báðir gjøllar og drúgvar frágreiðingar og tóku eisini samanum.
Almenna- og Heilsumál fingu rættiliga nógva viðgerð og fleiri flokslimir tóku eisini til orðanna um hesi mál, sum Fólkaflokkurin ikki hevur verið mest kendur fyri at føra.
Komandi fólkatingsval fekk ikki nakra stórvegis viðgerð, men floksleiðarnir nýttu høvi at minna valið.
Eftir fundin var døgurði.
Lesið meira um landsfundin hjá Fólkaflokkinum í Sosialinum.
Tað var ikki tann nógvi dramatikkurin á landsfundi Fólkafloksins, og eftir fundin tóktust øll eisini rættiliga væl nøgd.