Fólkaflokkurin hevur mist taki

Tjóðveldisflokkurin er framvegis størstur, og Sambandsflokkurin endurvinnur umdømisvalda mannin, sum teir mistu fyri fýra árum síðani

VELJARAKANNING Í SUÐURSTREYMOY
Jóannes Hansen

Fyri fýra árum síðani syrgdi Høgni Hoydal fyri, at tjóðveldisflokkurin fekk tríggjar av teimum átta umdømisvaldu umboðunum í nógv tí fólkaríkasta valdøminum. Veljarakanningin í hesi vikuni boðar frá, at tjóðveldisflokkurin framvegis fer at eiga trý umboð í Suðurstreymoy. Um Høgni Hoydal fer at fáa eins nógvar persónligar atkvøður, sum hann fekk, tá hann fyri fýra árum síðani setti nýtt met, fáa vit at síggja. Men tað er trongt aftan fytri formannin, og tí kann tað hugsast, at atkvøður, sum fyri fýra árum síðani fóru til Høgna Hoydal, nú kunnu fara til onkran av hinum.
Framgongdin hjá sambandsflokkinum hevur við sær, at hann fær tveir umdømisvaldar tingmenn. Fýra tey síðstu árini hevur Lisberth L. Petersen verið umdømisvald, meðan Heðin Mortensen hevur verið eykavaldur.
Javnaðarflokkurin tykist skula varðveita bæði síni umboð, men tað er bara eitt prosent niður til fólkaflokkin. Á valinum fyri fýra árum síðani áttu hesir báðir flokkarnir neyvt ta somu undirtøkuna í Suðurstreymi.

Trongt hjá fólkaflokkinum
Fólkaflokkurin hevur ofta verið størsti flokkur í Suðurstreymi. Tað hevur sást aftur í tingmannatalinum. Í 1988 og í 1990 átti fólkaflokkurin trý umboð í Suðurstreymi.
Sambært kanningini í hesi vikuni fer fólkaflokkurin bara at fáa ein umdømisvaldan tingmann í Suðurstreymi. Tað vil við øðrum orðum siga, at formaðurin í tingbólkinum, Óli Breckmann, sum hevur verið umdømisvaldur síðani 1974, ella landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm, sum var umdømisvaldurbæði í 1994 og í 1998, ikki verður umdømisvaldur hesa ferð. Men alt bendir á, at flokkurin fer at fáa í hvussu so er ein eykavaldan í Suðurstreymi.
Tað hevur verið mett, at fleiri á fólkaflokslistanum fóru at hava møguleika at verða vald. Spurningurin er so, hvørjar skreytir t. d. fyrrverandi býráðsformaðurin og løgtingsmaðurin Poul Michelsen og býráðslimurin Bjarti Mohr fara at gera.