Í svari til løgmann sigur Jørgen Niclasen, at Fólkaflokkurin ikki tekur undir við fíggjarkørmunum soleiðis sum teir fyriliggja. Skal hervið enn einaferð boða frá, at Fólkaflokkuruin ikki tekur undir við fyriliggjandi uppskoti um fíggjarkarm fyri árini 2012-2016
Í fíggjarkarmununum er ætlanin:
Fyri 2012:
? at hækka samlaðu almennu útreiðslurnar uml. 100 millónir kr., umframt lønarvøkstur
? at hækka skattin á ali- & fiskivinnuna munandi
? at taka milliónaupphædd frá kommunum vegna rentustuðul
? at sethúsaeigarar verða 4 millónir fátakari
? at hóast stóran inntøkuvøkstur, nýggjar skattir og avgjøld, verður hallið á fíggjarlógini í 2012 kortini mestsum óbroytt.
Fyri árini 2012-2016 verður skotið upp:
? at almennu útreiðslurnar vaksa 50-100 millónir árliga,
? at áleggja familjum og vinnu nýggjar ógreinaðar skattir og avgjøld fyri fyri 100-tals milliónir,
? at tvífalda rentubyrðuna á landskassans bruttoskuld til uml. 200 mió kr í 2016, svarandi til ½ Marknagilsdepil um árið ella árligan rakstur av 400 røktarheimsplássum.
Hetta kann føra við sær:
? at vælferðin hjá føroysku familjuni hoyknar undir almennum útreiðslum, skattum og avgjøldum,
? at vinnuligur framburður áhaldandi verður tálmaður av almenna útreiðsluvøkstrinum,
? at vaksandi rentubyrðan fer at lemja búskapin.
Vísandi til omanfyrinevndu álvarsmál skal Fólkaflokkurin boða løgmanni frá, at kann løgmaður ikki taka sjónarmið floksins í tí álvara tey verða borin fram, so skal løgmaður ikki rokna Fólkaflokkin sum parlamantariskt grundarlag undir samgonguni, sigur Jørgen Niclasen í svari til løgmann.