Havnar Framburðsfelag, sum er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn, hevur fingið nýggjan formann.
Nevndin hevur skipað seg við Jógvani Poulsen sum formanni. Frammanundan vsar hann næstformaður og annars er hann grannskoðari.
Annars er nevndin mannað soleiðis, at Wilhelm Nygaard er næstformaður, Marita Hentze er kassameistari, Heini Magnussen er skrivari og Gundur Johannesen er nevndarlimur
Nevndin sigur at fyrsta avbjóðingin verður býráðsvalið í heyst og tað fara tey at fyrireika seg til beinanvegin.
Myndin er av nývalda formanninum.