Fólkaflokkurin fekk næstan meiriluta á Bartalsmessuvalinum

Í dag eru 69 ár síðani Bartals­messu­valið í 1943. Tað ser­merkta við hesum vali var, at tann nýggi Fólkaflokkurin hevði sera stóra framgongd – hann vaks seks tingmonnum upp í 12.

Eitt annað sermerki var, at Sjálv­­stýrisflokkurin, sum hevði verið um­boð­að­ur á ­tingi øll árini síðani floks­být­­ið í 1906, ikki fekk umboð valt.
Flytingarnar við hetta val­­ið vóru – um­framt stóru fram­­gongd­ina hjá Fólk­a­flokk­­­i­num, at Sam­bands­flokk­ur­in stóð í stað við átta ting­­monn­um, Javn­að­ar­flokk­ur­­in misti ein frá seks nið­ur í fimm, með­an Sjálv­stýr­is­flokk­­u­r­in misti allar sínar fýra ting­menn.
Fólkaflokkurin, sum koyrdi hart á við sjálv­stýr­is­mál­­­i­num, mangl­aði bara ein ting­­mann í at hava reinan meir­­­i­luta – sum kundi havt stóra ávirkan á framtíðar stjórnarstøðu Føroya.
Til løgtingsvalið 30. jan­uar í 1945 fekk Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in held­­ur ikki um­boð­an, men 6. november í 1946 var aftur løgmtingsval, og tá stillaðu Sjálv­stýr­is­flokk­­ur­­in og Javn­að­ar­flokk­ur­in upp á sama lista, og tá fekk Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in tveir mans valdar á javn­að­ar­list­a­num, Símun Pet­ur Zac­har­i­asen og Louis Zachariasen, og soleiðis kom Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in aft­ur­í­aft­ur – og hevur havt sæti síðani við sum oft­ast tveimum umboðum, onk­un­tíð trimum og fýra ferðir við ein­um umboði.
Umboðanin, sum Fólka­flokk­ur­in fekk á tingi í 1943 er tann størsta, sum nakar flokk­ur hevur havt – eftir at fleiri enn tríggir flokkar vóru á tingi.
Hóast Fólkaflokkurin misti ein mann í 1945, so vaks undirtøkan úr 41,5 prosentum til 43,4 – og so stóra undirtøku hevur eingin flokkur havt síðan.