Fólkaflokkurin er søguliga veikur í Havn

Tað eru 44 ár síðani, at Fólkaflokkurin seinast hevði so lítla undirtøku í Havn. Flokkurin ger listan lidnan í morgin

Undirtøkan hjá Fólkaflokkinum í Havn á seinasta vali var søguliga lág. Tað eru 44 ár síðani, flokkurin seinast hevði so lítla undirtøku

 

Havnar Framburðsfelag, valfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn, hevur boðað til 3. og seinasta uppstillingarfund til býráðsvalið í Havn í annaðkvøld.

 

Higartil eru tað bara Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, sum eru liðug við listarnar, hóast freistin at lata listan inn langt frá er farin. Freistin er tríggjar vikur fyri valið, so seinasta freistin at lata listan inn er 18. oktober.

 

Fólkaflokkurin hevur tvey umboð í Tórshavnar býráð. Tað er lakasta umboðan, sum Fólkaflokkurin hevur havt í mannaminni. Flokkurin plagdi at vera sera sterkur í Havn – og serliga í tíðini, tá Poul Michelsen var borgarstjóri fyri Fólkalfokkin frá 1981-1992 var flokkurin sterkur. Hann hevði javnan fýra umboð í býráðnum og í vælmaktstíðini hjá Poul Michelsen eisini fimm.

 

Fólkaflokkurin hevði borgarstjóran í Havn út í eitt frá 1. januar í 1972 í 21 ár til 31. desember í 1992. Fyrstu níggju árini var tað Petur Christiansen, næstu 12 árini Poul Michelsen. Fólkaflokkurin fekk aftur borgarstjóran í 2001-2004, tá Jan Christiansen var borgarstjóri.

 

Flokkurin kláraði seg væl á valinum í 2004. Men síðani fór at ganga afturá hjá Fólkaflokkinum í Havn. Í 2008 fekk hann tríggjar býráðslimir, og í 2012 fekk hann bara tveir. Og so lítla umboðan hevði Fólkaflokkurin ikki havt í 40 ár – síðani 1972.

 

Tá Fólkaflokkurin í sjeytárunum ikki var so stórur, so var tað eisini partvís tí, at Uttanflokkalistin hjá Petur í Gong var so sterkur. Petur í Gong var fólkafloksmaður, og tók listin uttan iva atkvøður frá Fólkaflokkinum tá. Men síðani 1992 hevur Uttanflokkalistin ikki stillað upp til býráðsval í Havn.

 

Umboðanin hjá Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð síðani valið í 1980 hevur verið hendan:

 

  • 19803 umboð: Poul Michelsen, Arnstein Niclasen og Eliesar Arge

 

  • 19845 umboð: Poul Michelsen, Eliesar Arge, Jan Christiansen, Páll Petersen, Arnstein Niclasen

 

  • 19885 umboð: Poul Michelsen, Páll Petersen, Jan Christiansen, Arnstein Niclasen, Katrin Dahl

 

  • 19924 umboð: Katrin Dahl, Ingi Mohr, Jan Christiansen, Páll Petersen

 

  • 19964 umboð: Jan Christiansen, Ingi Mohr, Páll Petersen, Katrin Dahl

 

  • 20004 umboð: Jákup Suni Joensen, Jan Christiansen, Bjarti Mohr, Sjúrður Olsen

 

  • 20044 umboð: Jan Christiansen, Sjúrður Olsen, Bjarti Mohr, Annika Olsen

 

  • 20083 umboð: Sjúrður Olsen, Jan Christiansen, Vagnur Johannesen

 

  • 2012 – 2 umboð: Sjúrður Olsen, Bogi Andreasen

 

Tað er greitt, at annar býráðslimurin hjá Fólkaflokkinum, Bogi Andreasen, stillar uppaftur á valinum hesaferð. Sjúrður Olsen segði við in.fo í gjár, at hann ikki hevur tikið støðu til, um hann fer at stilla uppaftur hesaferð. Hann hevur sitið í býráðnum í 16 ár og sigur, at tað sampakkar illa við stjórastarvið hjá honum hjá Bygma Balslev at sita í býráðnum.

 

Tað hevur verið gitt, at Annika Olsen fór at stilla upp. Men hon hevur sagt, at hon er ímóti, at løgtingsfólk stilla upp til býráðsval, og hon hevur eisini sagt, at hon velur løgtingsstarvið fram um býráðið í Havn.

 

Mangt bendir á, at Jan Christiansen, sum fall á valinum seinast, fer at stilla uppaftur, og onkur fuglur syngur um, at The Grand Old Man í Fólkaflokkinum, Óli Breckmann – sum eisini er nevndarlimur í Havnar Framburðsfelag – kanska verður at síggja á listinanum.

 

Men alt tað vita vit meira um í annaðkvøld, tá listin helst verður kunngjørdur.