Klokkan var tvey í fríggjanáttina, tá ið Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fóru til hús, eftir at teir høvdu sitið og telvast um málsøkini síðani á døgurða í gjár, var kabalin um landsstýrisessirnar gingin upp
Úrslitið er, at tað vera sjey landsstýrismenn umframt løgmann, og at tað verður ein fólkafloksmaður, sum verður tingformaður. Nógv bendir á, at tað verður Jógvan á Lakjuni, men Bjarni Djurholm verður eisini nevndur sum ein møguleiki.
Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fáa tríggjar landsstýrismenn í part, og Miðflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin fáa ein í part. Í dag fara flokkarnir innanhýsis at taka støðu til, hvørjir persónar skulu umsita málsøkini.
Stríddust um almannamál
Tað var dramatikkur á gamla apoteki, sum tað leið út á kvøldið og náttina. Tað var tíðliga greitt, at Fólkaflokkurin skal umsita fíggjarmál og fiskivinnumál, og at Sambandsflokkurin skal umsita hini vinnumálini.
Stríðið var um almannamálini, sum Rósa Samuelsen higartil hevur havt um hendi, og sum tað hevur verið roknað við, at hon framvegis skuldi hava.
Men Sambandsflokkurin setti uppá, at hann ikki hesa ferð skal.umsita tyngsta útreiðsluøkið, og at Fólkaflokkurin nú skal royna seg í almannamálum. Burtursæð frá tíðini, tá ið Jógvan Sundstein var løgmaður (1989-1991), hevur Fólkaflokkurin ongantíð verið í nánd av almannamálunum.
Í nátt endaði kabalin við, at Fólkaflokkurin við fíggjarmálum skal hava ábyrgdina av at fáa pengarnar í kassan, og at Fólkaflokkurin eisini skal hava ábyrgdina av tyngstu útreiðslukontini, sum er almannamál.
Umframt at eiga løgmann og vinnumálini skal Sambandsflokkurin umsita mentanina, og Fólkaflokkurin skal umsita fíggjarmál, fiskivinnumál og almannamál.
Miðflokkurin fekk heilsumálini, og tað eydnaðist Sjálvstýrisflokkinum at fáa ein landsstýrismann. Hann skal umsita ein part av innlendismálum, meðan ein annar partur verður fluttur yvir í vinnumálaráðið.
Ein partur av kabalini er formanssessurin í tinginum og býtið av nevndarformonnum og nevndarsessum.
Tað er greitt, at tingformaðurin verður úr Fólkaflokkinum, og at Fólkaflokkurin har afturat fær formenninar í uttanlandsnevndini, mentanarnevndini og rættarnevndini.
Sambandsflokkurin eigur formenninar í fíggjarnevndini, vinnunevndini og trivnaðarnevndini.
Andstøðan fær formanin í landsstýrismannanevndini.
Seta andlit á
Í dag er innanhýsis telvingin í flokkunum eftir at fáa upp á pláss. Nú tað er greitt, hvat hvør flokkur hevur at telva um, verður tann telvingin ikki bara bara.
Kaj Leo Holm Johannesen verður løgmaður. Tað hevur ljóðað, at Jóhan Dahl skal umsita vinnumálini, og at Bjørn Kalsø skal umsita mentanarmálini fyri Sambandsflokkin. Um tað verður soleiðis, so leypir Rósa Samuelsen av, og tað ber aftur við sær, at Sambandsflokkurin bjóðar seg fram við talebanmanning, sum Jóannes Eidesgaard orðaði tað á sinni, tá ið einki konufólk var í landsstýrinum. Tí er spurningurin, um Rósa Samuelsen er eitt boð upp á nýggjan mentamálaráðharra.
Hjá Fólkaflokkinum verða fýra fólk nevnd til teir tríggjar landsstýrissessirnar. Har er spurningurin, hvør vil taka sær av almannamálunum. Roknað verður við, at Jørgen Niclasen verður fíggjarmálaráðharri, og at Jacob Vestergaard verður fiskimálaráðharri. Um eitt konufólk skal umboða Fólkaflokkin í landsstýrinum, so verður Annika Olsen almannaráðharri, og so verður einki til Jákup Mikkelsen, sum hevur verið nevndur sum nøguligur ráðharri. Tað varð annars roknað við, at Annika Olsen skuldi taka sær av innlendismálum ella mentamálum, men tey skal Sambandsflokkurin umsita.
Hjá Miðflokkinum hava Jenis av Rana, Bill Justinussen og Karsten Hansen verið nevndir sum landsstýrismenn, og hjá Sjálvstýrisflokkinum hava Jógvan Skorheim og Kári P. Højgaard verið nevndir.
Nýggjur formaður í fíggjarnevndini verður eftir øllum at døma Bárður Nielsen, sum áður hevur verið landsstýrismaður í fíggjarmálum. Hann ber orð fyri at vera sera borgarligur, og tí verður tað samanspælið millum hann og fólkafloksfólkini í fíggjarmálaráðnum og almannaráðnum, sum fer at hava stóran týdning í, hvussu vælferðin skal skerast til, nú samgonguskjalið leggur upp til, at Føroyar skulu flytast langt til høgru.
Lesið um val og tøl, sum Jóannes Hansen hevur skrivað í Vikuskifti her í blaðnum.
Samgonguskjalið verður at síggja á portal.fo, tá ið tað verður alment.
Myndatekstur:
Fólkaflokkurin skal nú umsita almannamál, og Annika Olsen er eitt boð upp á landsstýriskvinnu í almannamálum