Fólkaflokkur og Javnaðarflokkur vunnu á Glasi

Í dag var tiltakið Stemmuboksing á Glasi. Hetta var eitt pallborðskjak millum politisku flokkarnir, har bæði ein royndur politikari (næstan allir formennirnir) og ein ungdómspolitikari luttóku, fyri at kjakast um fosturtøku og bústaðarmøguleikar.

Evnini vóru vald av næmingunum umvegis atkvøðugreiðslu.

– Vit í næmingaráðnum vilja takka fyri eitt ótrúliga gott - og siðiligt - kjak! Samstundis eru vit sera takksom fyri góðu uppmøtingina, skrivar Næmingaráðið á Glasi í tíðindaskrivi:

##med2##

Næstforkvinnan í næmingaráðnum Ida Á Reynatúgvu setti tiltakið, og segði millum annað:

– Sum ungdómur fáa vit ofta at vita, at vit eru ov bjartskygd, ov framsíggin og ov bláoygd. Vit kenna ikki til veruleikan og eru ikki før fyri at taka týðandi avgerðir. Í ár fer størsti parturin av okkum at spæla ein leiklut í menningini av framtíðarinnar veruleika, tá ið vit tvær ferðir velja, hvørjir politikarir skulu umboða okkum og okkara áhugamál.

##med3##

– Til Stemmuboksingina skipaðu vit fyri ikki færri enn fýra veljarakanningum. Tann fyrsta snúði seg um hvønn flokk man ætlaði at velja, tann næsta um hvør stóð seg best í kjakinum um fosturtøku, tann triðja um hvør stóð seg best í kjakinum um bústaðarmøguleikar, og tann fjórða spurdi aftur hvønn flokk mann hevði valt.

##med4##

TAL AV ATKVØÐUM Í KANNINGUNUM:
“Hvønn flokk hevði tú valt, um tú skuldi valt júst nú - áðrenn kjakfundin” - 494 atkvøður
“Hvør flokkur heldur tú stóð seg best í kjakinum um fosturtøku” - 199 atkvøður
“Hvør flokkur heldur tú stóð seg best í kjakinum um bústaðarmøguleikar” 127 atkvøður
“Hvønn flokk hevði tú valt, um tú skuldi valt júst nú - aftaná kjakfundin” - 153 atkvøður