Veljararnir í Grikkalandi skulu á fólkaatkvøðu at siga sína hugsan um bjargingarpakkan frá hinum ES-londunum og treytirnar, sum grikkar skulu lúka fyri at fáa apkkan. Tað kunngjørdi George Papandreou, forsætisráðharri, í gjár.
Summir eygleiðarar standa eitt sindur spyrjandi yvir fyri kunngerðini hjá Papandreou. Teir spyrja millum annað, hvat stjórnin í Athen fer at gera, um teir griksku veljararnir vraka pakkan.
Í bjargingarpakkanum eru 100 milliardir evrur í láni umframt ein tilsøgn um, at 50 prosent av tí, sum Grikkaland skyldar bankunum, verður strikað.
Ein meiningakanning, sum blaðið To Vima prentaði um vikuskiftið, vísti, at teir flestu vljararnir halda lítið um bjargingarpakkan. Samstundis hava aðrar kanningar víst, at undirtøkan hjá stjórnini hevur verið minkandi.










