Fólkaatkvøða
Hósdagin skulu vit, Føroya fólk, fáa at vita, hvat vit skulu atkvøða um á fólkaatkvøðuni í næstum.
Hetta gjørdi landsstýrið av á fundi í sokallaðu lítlu samgongu týsdagin.
Embætismannaverkið í Tinganesi hevur seinastu tíðina arbeitt við at gera sjálvstýrisleistin, sum varð almannakunngjørdur á tíðindafundi 2. november í fjør, um til lógartekst. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og tað er í høvuðsheitum hesin lógartekstur, sum føroyingurin skal taka støðu til á fólkaatkvøðuni, sum Høgni Hoydal vil hava skal vera 25. apríl í ár.
Landsstýrið ikki samt
Men júst spurningurin, um fólkaatkvøðan skal vera 25. apríl ella seinni skilir landsstýrið. Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin halda tað vera avgerandi neyðugt, at fólkið fær ríkiliga tíð til at fyrireika seg til fólkaatkvøðuna. Tí halda tey 25. apríl vera í so tíðliga.
Eitt annað, sum landsstýrið ikki er samt um, er áramálið, vit skulu brúka til at niðurlaga blokkin. Uppskotið frá landsstýrismanninum í sjálvstýrismálum, Høgna Hoydal, leggur upp til, at vit skulu niðurlaga blokkin eftir tíggju árum. Hetta halda Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vera ov stutt tíðarskeið. Hesir báðir flokkarnir vilja hava, at ríkisveitingin skal niðurlagast eftir 15 árum.
Hesar báðar spurningarnar skal landsstýrið hava avgreiddar, áðrenn í morgin. Sosialurin royndi í gjár at fáa fatur á løgmanni, fyri at vita, um nakað meira var avgreitt viðvíkjandi fólkaatkvøðuni, men løgmaður sat á fundi og kundi ikki órógvast.
Alt bendir á, at landsstýrið enn ikki hevur fingið í lag nakra avtalu við donsku stjórnina um, hvussu tað kann gerast lættari at yvirtaka málsøki eftir nýggja sjálvstýrisleistinum. Landsstýrið hevði annars lovað, at hetta skuldi vera greitt, áðrenn endaliga sjálvstýrisætlanin varð løgd fyri fólkið.