Bundni leisturin fram at fullveldinum, sum landsstýrið almannakunngjørdi hóskvøldið, er til í lógarsniði. Men kortini verður lógaruppskotið ikki latið løgtingsskrivstovuni fyrr enn um tvær vikur ella so.
Orsøkin til hetta er, at landsstýrið ynskir at hava møguleika at gera smáar broytingar í lógartekstinum, um hetta gerst neyðugt. Og møguliga gerst hetta eisini neyðugt, tí ivi hevur verið reistur um, hvørt tað ber til at staðfesta sum grein í eini lóg, at hon ikki kann broytast aftur tey næstu 12 árini.
Lógaruppskotið um stuðul til fólkaatkvøðuna er enn ikki liðugt politiskt viðgjørt í landsstýrinum. Men væntandi kemur hetta eisini fyri tingið um tvær vikur ella so.
Samlaði stuðulin til fólkaatkvøðuna fer helst at tátta í tvær milliónir krónur. Møguleiki verður hjá politiskum flokkum og felagsskapum, ið siga ja ella nei til fólkaatkvøðuna, at fáa stuðul. Ein óheft nevnd ger av, hvør fær stuðul til upplýsing undan fólkaatkvøðuni.