Fólkaatkvøðan

Nú so nógv verður tosað um fólkaatkvøðu og opinleika, hoyra vit samgonguna upp í saman og umaftur og umaftur brúka orðingar sum ?fólkið skal vita nágreiniliga, hvat tað snýr seg um?? og ?tað er Føroya fólk, sum skal taka støðu??, meðan tað, sum veruliga hendir, er hitt øvugta.

 

Lisbeth L. Petersen

løgtingslimur



Nú so nógv verður tosað um fólkaatkvøðu og opinleika, hoyra vit samgonguna upp í saman og umaftur og umaftur brúka orðingar sum ?fólkið skal vita nágreiniliga, hvat tað snýr seg um?? og ?tað er Føroya fólk, sum skal taka støðu??, meðan tað, sum veruliga hendir, er hitt øvugta.

Fólkið veit hvørki hvat atkvøðan fer at snúgva seg um, ella hvat samgongan er samd um, tí signalini eru so ymisk, og landsstýrisfólkini vevja seg í mótsagnir, so tað forslær.

Tann sum skeitir í faldarin, sum landsstýrið sendi í hvørt hús (skattgjaldarin hevur goldið!) kann lesa á aftastu síðu, har spurningar og svar eru sett upp:

Spurningur: Hví strembar landsstýrið ikki eftir at vit gerast fíggjarliga sjálvbjargin áðrenn vit gerast politiskt sjálvbjargin? Eiga vit ikki fyrst og fremst at vísa í verki, at vit klára okkum uttan danskan stuðul?

Svar: Landsstýrið hevur ta fatan, at politisk ábyrgd og búskaparlig ábyrgd hoyra saman. At vit taka búskaparliga ábyrgd er ein fylgja av, at vit taka politiska ábyrgd ? og øvugt. Landsstýrið heldur tað ikki vera rætt, at føroyingar taka fíggjarligu ábyrgdina av Føroyum, men lata ta politisku ábyrgdina og tað politiska valdið verða verandi í Danmark.

Hvussu samsvarar hetta við tað, vit nú hoyra frá teim trimum floksleiðarunum?

Tjóðveldisformaðurin sigur ofta, at andstøðan brúkar ræðumyndir, men her er sanniliga nakað at ræðast. Orðingin á sinni hjá fyrsta tjóðveldisformanninum ?lirka og lumpa? er nú sera aktuel, tað hava vit nú talandi dømi um!