Fólkaatkvøða um kommunusamanlegging

Einaferð í vár verður væntandi fólkaatkvøða í kommununum í Norðureysturoy og Norðurstreymoy fram við Sundalagnum um kommunusamanlegging

Kommunumál

Bygdarráðini í øllum kommununum í Norðureysturoy, uttan Eiðis Kommunu, og kommunum í Norðurstreymoy fram við Sundalagnum hava gjørt av at skriva út fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging. Atkvøðan verður væntandi einaferð næsta vár.
Arbeitt hevur verið fram í móti at gera eina stóra kommunu í Norðureysturoy og Norðurstreymoy, sigur Sofus Johannesen, borgarstjóri í Gjáar Kommunu. Allar kommunurnar í økinum, uttan Eiðis Kommuna, eru við í ætlanini.
Reglur eru gjørdar fyri umboðan í einum komandi kommunustýri, eins og gjørt er av, at fólkaatkvøða skal skrivast út um ætlanina. Eisini hava kommunurnar bundið seg til at fylgja úrslitinum av fólkaatkvøðuni, sigur Sofus Johannesen.
Saksunar Kommuna hevur longu gjørt av at leggja saman við Hvalvíkar Kommunu, sum er við í ætlanini um stóru samanleggingina, og á tann hátt koma saksuningar eisini við, um ætlanin verður veruleiki, sigur Sofus Johannesen.