Liggur tað til løgmann, sleppur fólkið at gera av, um Føroyar skulu vera eitt valdømi.
- Hetta er ein somikið grundleggjandi og prinsipiellur spurningur, at rættast er at lata demokratiið tala, sigur løgmaður, sum eisini viðgongur, at fyri ein part av fólkinum er talan um ein ikki sørt kensluligan spurning.
Tað var í frágreiðing sínari á ólavsøku, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, gjørdi greitt, at hann er fyri einum valdømi, og at málið eigur at verða sent út til fólkaatkvøðu.
Óegnað til valstríð
Løgmaður sigur við Sosialin, at rættast helst hevði verið at bíða við einari tílíkari fólkaatkvøðu til eftir komandi valg, tí, sum hann sigur, so er hetta ikki eitt mál, sum skal skundast ígjøgnum.
- Tíðin er nú somikið útliðin, at spurningurin er, um tað ikki er ov seint at skunda eina fólkaatkvøðu ígjøgnum nú undan valginum, tá hon eins væl kann bíða til seinni, sigur løgmaður. Harumframt sigur hann, at flokkarnir hava ikki fyrireikað seg til eitt valstríð undir einum valdømi, og at tað heldur ikki hóskar seg at føra valstríð uppá.
- Valstríðið hjá samgonguni skal snúgva seg um avrikini seinastu fýra árini, og annars stinga út í kortið ætlanir um leiðina framyvir, sigur hann.
Løgmaður heldur eisini, at ein fólkaatkvøða av hesum slag hevði egnað seg betur í byrjanini av einum valskeiði, so flokkarnir hava minst trý ár at fyrireika seg til eitt øðrvísi valstríð.
- Men tað er bert Løgtingið sum kann skriva út fólkaatkvøðu, so hetta hevur landsstýrið sum so onki við at gera, sigur hann.
Meirilutin ræður
Spurdur, um ikki vandi er fyri, at ein tílík fólkaatkvøða kemur undir tað, sum av og á verður rópt meirilutadiktatur, av tí at meirilutin í landinum eisini kann hugsast at vera sami meiriluti, sum fær ágóðan av einum valdømi, sigur løgmaður:
- Valskipanin verður í løtuni bert regulerað í einari vanligari og einfaldari løgtingslóg, og tí haldi eg tað vera tað mest demokratiska eisini at spyrja fólkið. Soleiðis forða vit fyri, at tað bert er eitt løgting, sum tekur hesa stóru avgerð, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann heldur eisini, at spurningurin um eitt valdømi er upplagdur at leggja út til fólkið at gera av, tí, sum hann tekur til, so er talan um ein einfaldan og greiðan spurning, sum er lættur at seta og at svara hjá fólki.
Meldar greitt út
Í frágreiðing sínari á ólavsøku gjørdi Jóannes Eidesgaard, løgmaður, greitt, at hann er fyri einum valdømi. Higartil hevur hann ikki verið virkin í orðaskiftinum um eitt valdømi, men í ólavsøkurøðuni kom støða hansara nú greitt til sjóndar.
- Eg eri samdur við Edmund Joensen, løgtingsformann, og grundgevingum hansara fyri einum valdømi, sigur løgmaður. Og hann vísir á, at kommunurnar verða færri og størri, infrakervið bindur saman nærum alt landið, og harumframt samsvarar tingmannabýtið ikki við atkvøðutalið sum er.
- Eg meti tí, at landið eigur at verða skipað í eitt valdømi, tó at eg væl skilji sjónarmiðini hjá teimum, ið ikki ynskja broytingar, segði løgmaður í røðuni. Kortini segði hann, at broytingin við at skipa Føroyar sum eitt valdømi er so stór og umfatandi, at hon, eftir hansara tykki, eigur at verða løgd út til fólkaatkvøðu, áðrenn tingið tekur endaliga støðu, sum hann málbar seg.
Meiriluti í tinginum
Nógv bendir á, at meirilutin í løgtinginum er fyri einum valdømi. Í spurnarumfari millum tingfólk, sum Sosialurin gjørdi longu í mai, vóru 16 tingfólk fyri og 11 vóru
ímóti einum valdømi. Fýra høvdu ikki tikið støðu enn, og ein vildi ikki svara.
Tí var greitt, at ein meiriluti í tinginum er fyri einum valdømi.