Fólkaatkvøða um at leggja kommunur saman um alt landið

Sjálvstýrisflokkurin vil nú hava fólkaatkvøðu í øllum landinum um kommunusamanlegging. Tí hevur hann í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um at landsstýrið skal hava skipað fyri fólkaatkvøðu um kommunusamanlegging í øllum landinum fyri 1. mai 2011.

Á fólkaatkvøðuni skal fólkið í øllum kommunum spyrjast um tey eru fyri at leggja kommununa saman við hinum kommununum í økinum, har tær eru.

Men kvívikingar skulu sleppa at velja um teir vilja leggja saman við Vágum, Havnini ella Streymoy annars.

- Serliga neyðugt er at hoyra frá fólkinum nú sum skjótast, tí hvørki landsstýrið, samgongan á Løgtingi ella flestu kommunustýri tykjast taka nakra støðu, sigur Sjálvstýrisflokkurin.