Fólkaatkvøða og ólógligur stuðul

Fyri brátt sekstifimm árum síðani, eitt leygarkvøld mitt í september 1946, sessaðust fólk um alt Føroya land framman fyri radiotólunum. Hvussu lítil ein bygd enn var, so var ið hvussu er okkurt hús, sum hevði eitt slíkt tól, og nú komu mangir grannar á gátt at lurta við.

Vanliga var tað norðmanninum, tey lurtaðu eftir, men hetta kvøldið var heilt serstakt. Ein føroysk sending var at hoyra. Úrslitið av tí fólkaatkvøðu, sum hevði verið um dagin, skuldi lesast upp á telegrafstøðini í Havn, og radiobylgjurnar hoyrdust langt út um landoddarnar. Fólk settu seg við nýspískaðum blýantum at fylgja við og skriva niður, so hvørt sum tølini komu.

Spurningarnir vóru tveir. Tann fyrri var um veljararnir vildu taka undir við tí tilboði, sum danska stjórnin hevði sett fram tann 27. mars 1946, sama vár, um hvussu Føroyar skuldu stýrast saman við Danmørk. Hin spurningurin var, um veljararnir tóku undir við loysing Danmarkar og Føroya millum.

Uppteljingin var spennandi. Viðhvørt lá stjórnaruppskotið fremst, viðhvørt var tað loysingin, sum kom framum. Ikki fyrr enn úrslitið í teimum síðstu bygdunum, teimum í Norðurstreymoyar valdømi, um hálvgumtveytíðini kom út í luftina, var tað greitt, at tað var loysingin, sum hevði vunnið.

Frøin var almikil. Eg havi tosað við ein mann, sum var staddur í Aberdeen og var alt ov ungur til at greiða atkvøðu. Men hann segði, at tá teir hoyrdu úrslitið, lupu teir upp á dekkið at sláa ring, so glaðir vóru teir. Herfyri kom eg at tosa við sonin hjá einum táverandi løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin. Hann var sekstan ár tá og fylgdi væl við. Hann mintist væl at pápi sín segði við grannan, sum var av fremstu loysingarmonnum: Ja, nú verður leyst, men eitt skulu tit vita, at í tí, sum nú stendur fyri framman, fer okkara partur ikki at liggja eftir!

Hví fólkaatkvøða?
Fólkaatkvøðan kom í lag av tí, at løgtingið tann 10. mai hevði samtykt, at fyri 15. september skuldi Føroya fólk á fólkaatkvøðu svara teimum báðum umrøddu spurningunum – um tað vildi hava stjórnaruppskotið ella loysing. Teir flokkar, sum samtyktu uppskotið, vóru Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Tilsamans høvdu teir 12 av teimum 23 tingmonnunum. Treytin fyri at fáa nakað samtykt í tinginum var, at meirilutin av tingmonnum (tað vil siga minst 12) greiddu atkvøðu fyri einum máli. Tann sum ikki reisti seg upp at atkvøða ja, atkvøddi tí í veruleikanum nei. Hevði bert ein av sambands- og javnaðarmonnum ikki reist seg upp og atkvøtt fyri, hevði eingin fólkaatkvøða verið. Fólkafloksmenninir reistu seg ikki upp, bæði Tórstein Petersen og Jóannes Patursson atkvøddu tí í veruleikanum nei fyri at hava hesa fólkaatkvøðu.

Fyri at samtyktin skuldi lýsast og harvið fáa gildi, mátti hon undirritast av amtmanninum. Hann spurdi ráðismann sín, Knút Kristensen, sum var forsætisráðharri í donsku stjórnini, hvat ið rætt var hjá sær at gera. Stjórnin legði spurningin fyri politisku flokkarnar í Danmørk, og teir hildu allir, at samtyktin hjá Sambands- og Javnaðarflokkinum á løgtingi skuldi setast í verk.

Hetta var als ikki nøkur sjálvfylgja. Í 1930 høvdu Sambands- og Javnaðarflokkurin eisini samtykt á løgtingi – við einari atkvøðu í meiriluta – at hava fólkaatkvøðu um loysing. Tá sýtti stjórnin fyri hesum. Men nú var tað ikki bert stjórnin, men allir danskir flokkar, sum tóku ta støðu, at Føroya fólk skuldi sleppa at siga, um tað framvegis vildi hava samband við Danmarkar ríki, ella tað heldur vildi loysa hesi bond og búgva í einum sjálvstøðugum ríki.

Farið var tí undir fyrireikingarnar til atkvøðugreiðsluna.

Avgerandi ella vegleiðandi?
Ein spurningur, sum beinanvegin kom fram, var hesin: Var fólkaatkvøðan avgerandi, ella var hon vegleiðandi? Eitt greitt svar upp á henda spurning varð givið á vári 1946, longu áðrenn fólkaatkvøðan var samtykt í løgtinginum og áðrenn donsku flokkarnir tóku undir við henni. Ein av fremstu rættarlærdu í Danmørk, Alf Ross, gav tá forsætisráðharranum og øllum teimum, sum tá sótu í stjórnarskráarnevnd Danmarkar, eitt responsum um fólkaatkvøður. Ein av liminum í hesi nevnd var Tórstein Petersen, einasti fólkatingsmaður Føroya. Allir donsku flokkarnir vóru umboðaðir í hesi nevnd.

Alf Ross segði teimum, at møguleikarnir vóru tveir, tá avgerðir skuldu takast. Annaðhvørt var sagt, at tað vóru fólksins valdu umboðsmenn, sum í lóggávutinginum tóku avgerðirnar, ella var sagt, at fólkið varð spurt um hvørja støðu tað hevði til eitt mál. Her kundi tað frammanundan vera ásett, at fólksins avgerð var bindandi. Men sjálvt um tað var sagt, at úrslitið av einari fólkaatkvøðu var vegleiðandi, so var eingin munur, tí í veruleikanum hevði lóggávutingið skyldu til at fylgja fólksins vegleiðing. Hetta stóðst av tí, at tá lóggávutingið hevði lagt ein spurning fyri tjóðina, so var tað fullkomuliga burturvið í einum demokratiskum samfelag at koma afturumaftur og siga, at tað, fólkið hevði sagt seg vilja, kundi lóggávuvaldið lata hánt um.

Góðtikin av Sambands- og Javnaðarflokkinum og donsku flokkunum
Henda fólkaatkvøða var samtykt av løgtinginum. Orsøkin var tann, at tað hvørki visti út ella inn hvat ið gerast skuldi. Sambands- og Javnaðarflokkurin spurdu Føroya fólk, hvat ið tað helt vera rætt var hjá hesum flokkum at gera. Donsku politisku flokkarnir vildu eisini fáa henda spurning svaraðan. Tá úrslitið so kom, var svarið greitt, og tað var, at Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og allir politisku flokkarnir í Danmørk høvdu skyldu til at skipa so fyri, at Føroyar loystu frá Danmarkar ríki.

Sum kunnugt eru treytirnar fyri tí sambandi, ríki okkara hevur við Danmarkar ríki, ásettar í bjørgvinarsáttmálanum, sum okkara stjórn gjørdi við stjórn Danmarkar tann 29. august 1450. Har ganga bæði ríkini við til, at tey skulu hava sama kong og vera saman um kríggj og frið, men annars skal hvørt ríki sær stýra sínum egnu viðurskiftum uttan at hitt ríki á nakran hátt leggur seg út í hvat ið gjørt verður.

Nú í 1946 vóru báðir partarnir í hesum sáttmála samdir um, at vit á eini demokratiskari fólkaatkvøðu sluppu at siga, um vit framvegis vildu vera í hesum ríkjafelagsskapi, ella hvørt ríkjafelagsskapurin skuldi upploysast. Tá vit tóku undir við tí seinna valkostinum, hevði verandi stjórn, við at hava givið hesi boð, sambært Alf Ross eftir øllum demokratiskum reglum skyldu til at virða okkara avgerð og fáa í lag samráðingar um hvussu felagsskapurin skuldi loysast upp.

Men enn hevur stjórnin ikki fylgt tí ráði, sum Føroya fólk gav henni tann 14. september 1946, tí hon hevur ikki tikið upp samráðingar við okkum um at seta úrslitið av fólkaatkvøðuni í verk, soleiðis sum hon hevur skyldu til at gera.

Einki føroyskt statskvett
Fyrsta undanførslan hjá stjórnini var, at tað var statskvett, tá løgtingið segði, at tað vildi vera fólksins vilja lýðið. Hetta er eitt ógvuliga løgið uppáhald, tí sambært bjørgvinarsáttmálanum hevur ríki okkara sum nevnt loyvi til at skipa fyri sínum egnu viðurskiftum. Í sambandinum við Danmørk hava vit tí bæði lóggávuvald, gerðarvald og dómsvald. Tað løgtingið segði var bert, at tað fór at útinna tað vald, sum vit hava havt alla tíðina síðan 1450. Tað er jú sera praktiskt fyri okkum at hava stovnar, sum kunnu útinna lóggávuvaldið, gerðarvaldið og dómsvaldið, tá ið samráðingar fara fram um sleppa sambandssáttmálanum frá 1450 og seta tann nýgga loysingarsáttmálan í gildi.

Tá løgtingið segði, at tað vildi nýta sín sjálvsagda og sáttmálagivna rætt til at geva ríki okkara sína egnu stjórn, upploysti danska stjórnin við undirtøku frá øllum teimum donsku flokkunum løgtingið og útskrivaði nýval. Her var talan um eitt beinleiðis brot á sambandssáttmálan, tí eftir honum er tað okkara lutverk at ráða fyri øllum viðurskiftum innanríkis, og tí sjálvsavt eisini, nær val skal vera. Men eftir valið fingu politisku flokkarnir í Danmørk enn eina undanførslu, tí í tí nývalda løgtinginum fylgdu teir flokkar, sum høvdu samtykt at halda fólkaatkvøðuna, ikki ráðinum um at loysa Føroyar, sum Føroya fólk hevði givið bæði teimum og teimum donsku flokkunum tann 14. september 1946.

Er fólkaatkvøðan ikki avoldað møsn?
Men hví viðgera hetta, sum hendi fyri so nógvum árum síðani? Hví ikki heldur taka upp tey mál, sum leika á í dagsins politikki?

Svarið á henda spurning er, at orsøkin til at Føroyar í dag klára seg so illa, at ein triðingur av landsmonnum okkara noyðast at liva uttanlands, er tann, at stjórnmálamenn okkara líka til nú hava tikið skeivar avgerðir. Tað er bert við nágreinliga at kanna hvat veruliga er hent, at tað ber til at finna fram til, hvat er gjørt skeivt í gjár, í fjør og fyri sekstifimm árum síðani. Hetta er fortreytin fyri, at vit í dag kunnu gerast før fyri at taka rættar avgerðir, sum flyta samfelag okkara inn á framaleið.

Eyðsæð er, at tað var ein ógvuliga skeiv avgerð, sum Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin eins og donsku flokkarnir tóku í 1946 um at lata hánt um vegleiðing Føroya fólks og forða fyri, at Føroyar sluppu at loysa frá ríkjafelagsskapinum við Danmarkar ríki.

Stuðul og fólkaatkvøða
Men tann mest áhugaverdi spurningurin er tó: Hví í allari verðini fekk stjórnaruppskotið yvirhøvur nakra undirtøku? Hvat var tað, sum viðhaldsmenninir hjá stjórnaruppskotinum førdu fram, sum fekk fekk nakran veljara at taka undir við tí, og hvat er tað, somu kvinnur og menn og flokkar føra fram tann dagin í dag?

Vit vita øll svarið: Tað er stuðulin úr Danmørk. Tann, sum lesur orðaskiftið upp undir fólkaatkvøðuna í tátíðar bløðum sær skilliga, at tá eins og nú verður sagt, at hesin stuðul er av tí góða fyri okkum. Tey, sum hava minstu hilling fyri økonomi vita sjálvandi at hetta er tvætl, men higartil hevur tað eydnast stuðulsfjepparunum at villleitt ein nóg stóran part av tjóð okkara til at halda, at samfelagið er vorðið betri fyri av tí, at vit hava fingið stuðul, og hevur hetta givið teimum politiskt vald.

Tann hvøkkur, sum danska stjórnin fekk í 1946, lærdi hana, at tað var umráðandi at vaksa enn meir um stuðulin til Føroya og harvið keypa sær undirtøku, og fyri ikki um at tala undirdíkja hin partin av ríki okkara, sum er Grønland, við stuðli.

Stuðulin hevur havt somu avleiðingar her sum alla aðra staðni. Hann verður veittur teimum, sum valdið hava, og hann førir mutur við sær. Vit hava fingið ein yvirklassa, sum válkar sær í stuðlinum. Nakrir gerast beinleiðis stuðulsfjepparar, og fylla fjølmiðlarnar við lygusøgum um, at stuðulin er av tí góða, ikki bert fyri teir sjálvar, sum jú er satt, men eisini fyri alt samfelagið, og fær sannført nøkur í undirklassunum um at hann eisini er góður fyri tey. Samstundis nýta stuðulsmóttakararnir tað politiska vald, sum hesar veitingar geva teimum, til at eyðræna tey sum lægri eru á tignarstiganum, soleiðis at livikorini hjá smámanninum í Føroyum eru enn verri enn nakra aðra staðni í Norðurlondum. Stuðulin er tí eingin lívgevi, men er beinleiðis sorl av øllum framtaksmøguleikum í einum ríki.

Hví ikki taka stuðulin av donsku fíggjarlógini?
Men so sterkur er orðrómurin til frama fyri stuðli, at hóast føroyski sjálvstýrisvongurin mestsum alla tíðina síðani 1946 hevur havt umboð á tí fólkatingi, sum sendir okkum hetta eitur, er ikki so mikið sum eitt pinkalítið uppskot komið frá nøkrum av hesum umboðum um at fólkatingið skal taka stuðulin av fíggjarlógini. Einasta orsøkin til hetta má vera, at teir ikki halda hetta vera politiskt opportunt. Teir hava hildið at veljararnir hava verið so heilavaskaðir, at atkvøðumissur stóðst av at seta fram eitt so skilagott uppskot.

Stuðulin brandólógligur
Burtursæð frá tí fíggjarliga høpisloysi, sum stuðulin umboðar, so er hann eisini ólógligur. Bjørgvinarsáttmálin sigur jú, at annað ríki ikki skal leggja upp í innanhýsis viðurskiftunum í hinum ríkinum.

Men stuðulsveitingingin er beinleiðis uppílegging í viðurskiftini í tí javnsetta deilríkinum, og er í stríð við henda altjóða sáttmála, sum ásetur tær reglur, sum eru galdandi okkara ríki og Danmarkar ríki millum. Hesum brotsverki fyri at takka hevur tað eydnast at mutra seg til ein meiriluta á løgtingi, sum gongur donsku politisku flokkunum til handa við ikki at vera fólksins vilja lýðin. Hetta brotsverk fór fram fyri 1946 eins og hetta ár. Tá var stuðul latin. Men hvat við øllum tí eitri, sum hevur fossað inn í okkara samfelag hvønn einasta dag síðani? Bæði tað sum tá varð gjørt og tað, sum er hildið á hvønn dag síðani er eins stórt brotsverk. Hevði hetta brotsverk ikki verið framt, og løgtingið sloppið til at tikið avgerðir uttan hesa ólógligu útlendsku uppílegging, er einki at ivast í, at tað hevði verið fólksins kláru vegleiðing lýðið, so sum tjóðin gav tí tann 14. september 1946. Løgtingið er tí ikki legitimt og umboðar ikki tað vanliga fólkið, demos, men er ikki demokratiskt og umboðar bert teir fáu stuðulsgøðingarkálvarnar.

Tað, sum neyðugt er hjá okkum, er at avdúka brotsgerðina, støðga henni og fáa demokrati í lag her á landi, so løgtingið fer at taka rættar avgerðir, sum fara at bøta um lívskor fólksins. Hetta ber væl til. Vit hava eitt gott fólk í einum góðum landi, og taka vit røttu avgerðirnar uttan ólógliga uppílegging uttanífrá, stendur ein ljós framtíð okkum fyri stavn. Fólkaatkvøðan í 1946 er tí ikki ein fjar søga, men er dagsaktuellur politikkur, og skulu vit koma nakra leið fram móti tí máli, at øll tey, sum her eru fødd, skulu liva við sømd í føðilandinum, er alneyðugt hjá okkum at fylgja tí leiðbeining, tjóðin tá gav, og sum skjótast fáa demokrati í landi okkara, so vit gerast eitt sjálvstøðugt ríki í heimssamfelagnum.