- Føroyingar skulu á fólkaatkvøðu at taka støðu til um ríkisveitingin úr Danmark skal hækkast ella ikki.
Tað fer Miðflokkurin at krevja eftir løgtingsvalið næsta leygardag.
Og tað verður eisini eitt krav, skuldi flokkurin komið í samgongusamráðingar eftir valið.
Miðflokkurin hevur lagt sína valskrá fram í gjáramorgunin og í tí sambandi heldur flokkurin, at nú mugu vit seta eitt endaligt punktum fyri øllum kjakinum um ríkisveitingina.
Eftir løgtingsvalið fer Miðflokkurin sostatt at krevja, at ein fíggjarlig uppgerð verður gjørd ímillum Føroyar í Danmark fyri at staðfesta, hvat blokkurin er.
- Vit mugu fáa at greiði á um ríkisveitingin er ein gáva, um hon er ein rættur,
Sjálvur er Miðflokkurin sannførdur um, at blokkurin er ikki annað enn eitt lítið endurgald, sum danir lata føroyingum og afturfyri sleppa danir sjálvir so munandi bíligari í limagjaldið til NATO.
- Sostatt er blokkurin ikki ein gáva, men ein upphædd, vit hava rætt til og vit hava rætt til meiri enn so
- Tí eiga vit at fáa eina fíggjarliga uppgerð, so at vit fáa endaliga staðfest, hvat ríkisveitingin er.
- Síðani skal øll upphæddin, sum vit hava rætt til úr Danmark, setast í ein búskapargrunn, sum skal brúkast til at menna og styrkja føroyska samfelagið við.
Fólkaatkvøða
Men nú Sambandsflokkurin hevur skotið upp, at ríkisveitingin aftur skal prístalsviðgerðast og sostatt hækkast, fer Miðflokkurin eisini at krevja, at fólkaatkvøðu verður um uppskotið frá Sambandsflokkinum, so at fólkið sleppur at siga sína hugsan.
Sigur fólkið nei, er málið avgreitt og so skulu vit ikki brúka fleiri kreftir upp á tað. Men sigur fólkið ja, skal málið takast upp við danir.
- Spurningurin um um ríkisveitingina stjelur alt ov nógv orku frá føroyskum politikki, tí hann fyllir ov nógv og tískil verður ov lítið av kreftum eftir til vanligan, praktiskan politikk.
- Tí skal spurningurin avgreiðast og jarðast, sigur Jenis av Rana, formaður floksins.
Les eisini greinina: 18oo føroyingar aftur til arbeiðis og greinina: Kunnu spara eina milliard