Í Egyptalandi eru trygdartiltøkini sera strong í dag, nú fólkaatkvøða er um uppskotið um nýggja grundlóg. Í dag er fólkaatkvøða í helmionginum av valdømunum, og um eina viku skulu fólk í hinum valdømunum atkvøða.
51 milliónir fólk standa á vallistanum.
Tíðindastovurnar skriva, at myndugleikarnir hava sent 250.000 trygdarmenn at standa á varðhaldi við valstøðini og við teir týdningarmestu bygningarnar í Kairo.
Mohamed Mursi, forseti, og Islamski Bróðurskapurin hava mælt fólki til at fara í valhølið at og atkvøða fyri grundlógaruppskotinum. Andstøðan hevur harafturímóti mælt fólki til at atkvøða ímóti. Andstøðan sigur, at uppskotið byggir á sharia-lóggávu og muslimskar siðir, og at við einari tílíkari grundlóg verður Egyptaland eitt islamskt ríki við islamskari stjórnarskipan og islamskari rættarskipan.










