Fólka­pensjónin í stuttum

Tað var ein tíð, har tað at ger­ast eldri og óhjálpin merkti, at tú legðist inn til tey nærmastu. Fólk, sum høvdu klárað seg sjálvi alt lívið, máttu brádliga liva av náði frá næstringum. Hevði tú ongan góðan, men varð mett at vera ”værdigt træn­g­ende”, kundi tú fáa ol­muss­u­hjálp frá tí almenna, rópt fá­tækra­hjálp. Hendan eyð­mýkjandi støða var alt ann­að enn nøkt­andi, hvørki hjá tí gamla ella hjá teimum nærm­astu.

Orsaka av teirri neyð og ar­móð, sum eyð­kendi livikorini hjá eldri ættarliðinum, varð fólka­­pensjónin sett á stovn, og fram­vegis í dag verður hon av mong­­um mett at vera størsta vælferðarpolitiska fram­stig­ið í Føroya søgu.
Tað var Peter Mohr Dam og sam­gongan við Jav­n­að­ar­flokki­num, Sam­bands­flokk­i­num og Sjálv­stýr­is­flokk­i­­num frá 1959-1963, sum fostr­aðu hesa nýggju og koll­veltandi pensjónsskipan, sum eisini fevndi um nýggja al­mannalóggávu.
Hetta mikla nýbrot flutti alt sam­fel­agið fram á leið, og bøtti mun­andi um korini hjá goml­um, avlamnum, einkjum og for­­­eldr­a­leysum, sum nú vórðu lyft úr fíggjarligari ar­móð og ol­mussu­støðu yv­ir í skip­an­ir, sum bygdu á sosi­al­dem­o­krat­isku væl­­ferð­ar­hug­sjón­ina.
Fólkapensjónin skuldi tryggja fólki ein virðiligari ald­ur­dóm, og bygdi á prin­sipp­ið um, at øll rinda eitt á­víst prosent av lønini til pen­sjón, og tí hava øll eisini rætt til fólkapensjón, høg sum lág.
Ein hugsjón, har skyldur og rætt­indi ganga lið um lið; har øll rinda skatt og taka med­á­byrgd í felagsskapinum, og aft­ur­fyri fáa rætt til dygd­ar­góð væl­ferð­ar­ti­lboð og veit­ing­ar, sum tryggja eitt virð­iligt lívs­grund­arlag, og til, um inn­tøk­an av einari ella aðr­ari orsøk svíkur, tað verið seg av sosialum, heilsuligum ella natúrl­igum ávum.
Hendan sosiala kontraktin er ein av universellu meg­inregl­unum í norð­ur­lendska væl­ferð­ar­sam­fel­ag­­num: at øll lata og øll fáa – høg sum lág. Sosiala kon­­trakt­in fevn­ir bæði um all­ar nú­livandi borg­arar, og er sam­stundis ein kontrakt mill­um ættarlið. Hetta merk­ir eitt nú, at tey, sum eru á ar­beiðs­markn­að­i­num í dag, rinda pensjónina hjá ­núverandi pen­sjón­is­tum, með­an komandi ættarlið rinda pensjón til tey, sum eru gom­ul til ta tíð.