Fólk vita hvat tey skulu keypa

33 ára gamli John Norðbú Thomsen hevur stóran áhuga fyri fótbólti. Hann er sannførdur um at Frakland gerst heimsmeistari og Týskland fær bronsuna. Hann arbeiðir annars í Sportsmaster í SMS.

Keypa føroyingar nógv ítróttarklæði?
- Tey keypa ikki bara ítróttarklæði, men tey vita eisini akkurát hvat slag av ítróttarklæðum tey skulu keypa. Tey eru sera bevíst um hvørji klæðir og hvørjar skógvar tey skulu hava til rætta endamálið. Eg haldi, at tey hyggja nógv eftir teimum mongu heilsusendingunum í sjónvarpinum. Her fáa tey góð ráð um klæðir og skógvar. Og hetta vilja tey eisini hava.
 
Hvat gert tú í frítíðini?
- Eg venji 2. deild og unglingaliðið hjá B36, og spæli eisini fótbólt sjálvur. Annars brúki eg tíðina saman við unnustu og trimum børnum.
 
Hvør gerst heimsmeistari í fótbólti?
- Tað verður Frakland. Hetta er einasta rætta farvælið, sum Zidane kann geva. Annars vinnur Týskland á Portugal í morgin.
 
Fara tit uttanlands í summar?
- Nei, tað fara vit ikki. Vit fáa vitjan úr Íslandi. Ein systir til unnustuna hjá mær kemur higar 23. juli og steðgar til eftir ólavsøku.
 
Hvørjum vilt tú heilsa?
- Eg vil heilsa unnustuni og børnunum, og allari familjuni.