Fólk verða svøk av tvístertum

Í løtuni uppliva vit eina sanna innrás av tvístertum. Frægastu ráðini eru at sproyta við eiturevni og ikki at hava gras heilt inn til grundina, sigur Dorete Bloch, lívfrøðingur

Eingin veit um so nógvar tvístertur, vespur og onnur ódámligar verur, sum hava gjørt lívið súrt hjá nógvum í summar.

Summarið hevur verið so lýtt, og tað er óivað ein orsøkin til, at tað eru so nógvar tvístertur í ár. Vanliga kemur tann stóra innrásin av tvístertum ikki fyrr enn í august, men í ár var tvístertan fyrr á veg.


Nógv fólk hava gremt seg um nógvu tvísterturnar. Tær eru ikki vandamiklar, og tær býta ikki, men tað er einki serligt at vakna, og tvístertur eru at finna í songini, í klæðum, í skápum, í mati ella í borðlappum.


Sambært Dorete Bloch, er tað ikki lætt at halda tvístertunum úti. Plágan er størst í nýggjum húsum og í húsum við flagtaki.

Tað besta at gera er fyri at forða tvístertunum í at sleppa inn, er at lata vindeyguni aftur. Hetta ber tó illa til um summarið, tá ið tað er lýtt, og sólin skínur.


Eini ráð eru ikki at hava gras heilt inn til grundina, og at grasið longur burturi frá húsunum er væl sligið.


Tað ber til at koyra eitur fram við grundingini, so tvísterturnar doyggja, ætla tær at krúpa inn. Eru fleiri tvístertur komnar inn, kanst tú sproyta tær við eiturevni. Dorete Bloch, leiðari á djóradeildini á Føroya Náttúrugripasavni, mælir til at brúka eiturevni við pyrethrin ell pyrethrum í, tí hesi evni eru tikin úr plantum og eitra bert skordjór.


Tvístertur hava smáar veingir, og tað skuldi verið prógv um, at tær kunnu flúgva, sjálvt um fá hava sæð tvístertu á flogi.

Hevut tú ikki hug at fara í hernað móti tvístertunum, noyðist tú at brynja teg við toli til í heyst, tá ið tær grava seg niður fyri veturin.


Men í mars koma tær aftur.



Kelda: Bloch, D. 2006. Føroysk skaðadjór. Tvísterta. Frøði s 24-25.