Tá ið val til kommunustýrið verður tann 13. november, skulu fólk á Velbastað og Kirkjubø til Havnar at velja.
Tey hava annars valt í skúlanum á Velbastað, men á kommunustýrisvalinum í heyst, og á øllum valum, sum verða hereftir, skulu tey í høllina á Hálsi at seta krossin.
Tað er eftir ynski frá fólki á Velbastað, at tey nú skulu til Havnar at velja.
Eitt er, at skúlin á Velbastað verður órógvaður av vali í tíð og ótíð.
Men eitt annað er, at valstaðið er so lítið, at tey halda, at valið er ikki nóg loyniligt.
Á seinasta fólkatingsvali tann 15. September í fjør, vóru 182 fólk á vallistanum á Velbastað og tað halda tey er ov lítið til at kunna halda valið so loyniligt, sum tað eigur at vera.
Tí er tað eisini fyri at verja fólkaræðið, at tey nú skulu til Havnar at velja.
Spurningurin hevur verið til umrøðu í staðbundnu nevndini fyri Velbastað og Kirkjubø og hon hevur einmælt samtykt at taka undir við, at valstaðið verður flutt, sigur Annfinn Brekkstein, limur í staðbundnu nevndini.
Tórshavnar Býráð fer nú at viðgera málið, har tað uttan iva verður samtykt.
Annfinn Brekkstein er einasti býráðslimur av Velbastað, og hann tekur undir við, at valstaðið verður flutt til Havnar.
Út frá einum fólkaræðiligum sjónarmiði er tað rætt at flyta valstaðið til Havnar, tí valið eigur at vera loyniligt.
Hann vísir á, at tey flestu á Velbastað og Kirkjubø arbeiða í Havn og tey, sum vilja, kunnu eisini ringja á býráðið, so fáa tey bil á valstaðið.
Sjálvur heldur hann ikki, at tað er nakar bági fyri fólk á Velbastað og Kirkjubø, tí tað eru sjey kilometrar í Ìtróttarhøllina á Hálsi og tað er lítið meiri enn so nógv onnur hava fyri at fara á val.