KRÁS
Á Krás í Hósvík arbeiða 10 fólk umframt vaskarin. Onkuntíð vóru tey nøkur fleiri, men framleiðslutólini eru vorðin betri og effektivari, og tí fáa færri fólk í dag líka nógv – ella meiri – frá hondini enn fleiri fingu fyri fáum árum síðan.
Krás hevur eisini merkt búskaparligu kreppuna við minkandi keypiorku og eftirspurningi.
Alberg Gaardlykke, dagligur leiðari, sigur, at árið í fjør var heldur deydligt, og soleiðis var eisini í byrjanini av hesum árinum.
- Men eg haldi, at eftirspurningurin nú er veksandi aftur. At summarstevnurnar so eisini eru byrjaðar, ger sítt til at økja um eftirspurningin eftir eitt nú búffum og øðrum kjøtvørum.
Hann leggur aftrat, at nú eystanstevna var, seldi Krás 400 búffar til stevnuna, og tá bátafestivalur var á Toftum, var talið av búffum 600.
- Vit plaga eisini at selja einar 5.000 búffar til summarfestivalin, sigur leiðarin, sum tekur tøl burtur úr rúgvuni.
Tey trívast
Krás er eitt gott arbeiðspláss, og tað eru tey, sum hava verið leingi í starvi á matvøruvirkinum í Hósvík.
Alberg hevur verið leiðari á Krás seinastu fýra árini og fyri fyrstu ferð, síðan hann tók við hesum starvi, segði eitt fólk seg úr starvi júst hendan morgunin, vit vitjaðu.
– Uppsøgnin var tó væl grundað. Maðurin er kokkur og hevur fingið eitt kokkastarv, sigur leiðarin.
Fyri nøkrum árum síðan arbeiddu eisini nakrir útlendingar á Krás, men nú er bert ein eftir.
Alberg Gaardlykke sigur, at hetta er ein sera dugnaligur russari, sum eftir fleiri ár í Føroyum nú mest sum kann kalla seg føroying.