Dagurin í dag er Dagur Teirra Horvnu, og í tí sambandi hevur Altjóða Reyði Krossur almannakunngjørt eina frágreiðing, sum er alt annað er hugaligur lesnaður.
Kring heimin sita fleiri milliónir avvarðandi, sum hava mist ein ella fleiri av sínum næstu, men sum ikki kunnu fáa at vita, hvat er vorðið av teimum. Tey hava tí onga grøv at vitja, men í besta føri eina ellan annan minnisvarða, sum tey kunnu leggja blómur við.
Altjóða Reyði Krossur sigur, at bara í Irak eru 375.000 fólk horvin tey seinastu 25 árini. Í dag er støðan so syndarlig í Bagdad, at bara helmingurin av teimum, sum doyggja, fáa eitt navn í skrásetingina.
- Vit hava fingið tøl frá líkhúsunum í Bagdad, og tey vísa, at teir seinastu átjan mánaðarnar hava líkhúsini fingið 22.000 lík, sum einki navn høvdu, ella sum navn ikki kundi setast á, sigur Pierre Krähnenbühl á høvuðsskrivstovuni hjá Altjóða Reyða Krossi.
Fleiri túsund fólk hvurvu í borgarakrígnum í Balkan-londunum í nítiárunum, og framvegis eru tað umleið 17.000, hvørs lagna er ókend, og sum eingin veit um at siga.
Altjóða Reyði Krossur vísir á, at tey avvarðandi kunnu fáa ymsar trupulleikar av, at teirra kæru hvørva. Millum annað kunnu tey hava ilt við at fáa pensjón, og í øðrum føri sleppa tey ikki at selja tað, sum tann horvni átti.










