Filmsfestivalurin í Toronto í Canada er í hesum døgum.
Við á filmsskránni er filmurin "The Impossible" hjá spanska filmsinstruktørinum Juan Antonio Bayonas. Filmurin byggir á veruligu søguna um eina spanska familju, har mamman, pápin og teirra tríggir synir mistu hvønnannan burtur, tá flóðaldan herjaði 26. desember í 2004.
"The Impossible" bleiv vístur fyri 2000 fólkum á filmsfestivalinum í Toronto.
At filmurin inniheldur ógvusligar senur, bleiv prógvað á heimspremieruni. Ímeðan filmurin varð vístur, valdu fleiri fólk at fara úr biografhølinum, av tí at senurnar vóru so ógvusligar. Sambært instruktørinum svímaðu tveir persónar, ein maður og ein kvinna, undir sýningini.
Bayona hevur nú verið frammi og greitt frá, hví filmurin inniheldur senur, sum eru so mikið ógvusligar, at fólk gerast illa fyri.
- At byrja við vóru vit afturhaldandi við at brúka onkrar av myndunum frá upptøkunum. Men tá vit tosaðu við fólk, ið høvdu upplivað flóðalduna, søgdu tey, at vit vóru noydd at vísa tær óbehagiligu myndirnar eisini, tí tað er júst tað, henda tragedian snýr seg um. Ætlanin við hesum filminum er, at gera eina uppliving, har hyggjarin verður settur mitt í flóðalduna, sigur instruktørurin.
Filmurin verður vístur í nøkrum norðurlendskum biografum einaferð fyrst í komandi ári.









