Búskaparkreppan ger alt fleiri fólk til tjóðar. Í Danmark er talið av meldaðum handilsstuldri vaskið við 10 prosentum í fyrra hálvári í ár, og búskaparkreppan fyri skyldina. - Handlarnir ansa betur eftir, at fólk ikki stjala, men tað er lítið at ivast í, at búskaparkreppan fær fólk í størri mun at taka vørur í handlum, sigur Claus Bøgelund Nielsen, varastjóri í Samvirkende Købmænd, við Ekstrablaðið
Hann vil ikki seta tal á, hvussu stórur vøksturin í stuldrinum er orsaka av búskaparkreppuni, men er sannførdur um, at kreppan hevur havt sína ávirkan á tølini.