Fólk stóðu sum sild í tunnu á Vaglinum

Tað var so nógv fólk sum sjáldan fyrr á Vaglinum nú seinnapartin í dag, tá ið ólavsøkan varð sett. Umframt føroyingar, vóru heldur ikki so fá útlendsk ferðafólk at síggja í góðveðrinum.

 

Eftir skrúðgonguna oman á Vaglið, har fólk stóð sum sild og tunnu, setti Jón Hestoy ólavsøkuna, har hann vísti á týdningin av at hugsa stórt og at ásanna, at mørkini fyrst og fremst eru ímillum okkara egnu oyru. Vit eiga at tora at stríðast fyri tí, vit vilja. Og vilja vit, og arbeiða vit í felag, er ikki mark fyri, hvussu langt, vit kunnu koma.

 

Niðan fyri eru nakrar myndir, Jens Kristian Vang tók av Vaglinum í dag, tá ið ólavsøkan varð sett