Fólk skulu hava valmøguleikar

- Vit vilja nøkta tann tørv, sum er og sum kann væntast tey næstu árini, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni.

Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at byggingin av nýggjum barnaskúla í Fuglafirði fer at fylla nógv hjá nývalda býráðnum tey næstu árini.

 

- Vit eru øll glað fyri, at skjøtil nú er settur á hesa stóru skúlaverkætlan, sum um stutta tíð verður skotin í gongd. Royndargrevstur er gjørdur fyri at finna út av, hvussu djúpt lendið er, og eg vænti, at sjálvt arbeiðið fer í gongd til várs, sigur hann.

 

Eitt mál, sum fylti rættiliga nógv í kommunala valstríðnum í Fuglafjarðar kommunu, var spurningurin um ymiskar bústaðarmøguleikar, og her fer nývalda býráðið eyðvitað at royna at finna eina rímiliga skjóta og góða loysn.

 

- Vit eru opin fyri nógvum ymiskum møguleikum, bæði tá ræður um vanliga sethúsabygging, bygging av íbúðum, sum kunnu seljast og bygging av leiguíbúðum. Eg ivist onga løtu í, at tørvur er á øllum hesum møguleikum.

 

Sonni á Horni heldur tað ikki vera so avgerandi, hvør byggiharrin ella byggiharrarnir verða. Tað, sum er meira avgerandi, er, at fólk, sum ynskja at seta búgv í okkara kommunu, finna teir møguleikar, tey leita eftir.

 

- Vit vilja inn á tann tørv, sum er og sum kann væntast tey næstu árini, og út frá hesum vilja vit finna loysnir.

 

Borgarstjórin sigur, at býráðið fer at viðgera spurningin, hvar nýggj bústaðarøki kunnu liggja, og hann vónar, at hesin spurningur kann avgreiðast áðrenn lagt um líður.

 

- Vit halda, at jú fleiri ymiskir bústaðarmøguleikar eru, tess lættari verður hjá fólki at velja okkara kommunu, sigur borgarstjórin í Fuglafjarðar kommunu, Sonni á Horni.