Danski yvirlæknin og dr. med, Dennis Raahave, sigur, at um jólini og nýggjárshalguna prumpa flestu fólk meira enn vanligt. Hetta hendir, tí fólk eta feitan mat, og vanliga verður meira etið um jólini enn annars. Tað hevði gjørt mun, sigur yvirlæknin, um fólk ótu soltnari og vóru meira virkin likamliga um jólini og nýggjárið.
- At halda aftur, luft ella skarni, tá nógv verður etið, ger ikki støðuna betri, leggur hann dent á.
Yvirlæknin, sum starvast á tarmlaboratorii á donskum sjúkrahúsi, sigur, at fólk ikki bara prumpa meira um jólini – men prumparnir eru ofta eisini harðari. Hann visir á, at í vestligari mentan verður tað ofta roknað sum óhóskandi og snópisligt at prumpa, men í øðrum mentanum verður hetta roknað sum at hosta.
- Tað eru eisini lond, har ein prumpur beinleiðis verður roknaður sum eitt tekin um eydnu. Ein prumpur er ein blandingur av ymiskum luftsløgum ella gassum, køvievni, Co2, vetni, luft og mýrigassi, sum verður framleitt av ymisku bakteriunum í langanum, sigur Dennis Raahave.
Mong og tó serliga kvinnur líða stundum av, at búkurin gerst tambaður, og í onkrum føri kann hetta vera so ógvusligt, at tað sær út, sum kvinnan er við barn. Ofta verður búkurin meira tambaður, sum dagurin gongur, og ofta kann ikki farast út í kjóla.
- Verður ein røntgenmynd tikin, vísir tað seg ofta, at meginparturin av luftini situr í langanum saman við rúgvaðum skarni, tó at magin bara er eitt sindur trekur. Hjá teimum, sum hava trupulleikar við luft, verður trupulleikin ofta størri um jólini og nýggjárshalguna, sigur Dennis Raahave.
Yvirlæknin, sum starvast á tarmlaboratorii, vísir á, at ofta verður hildið fram við at eta, tó at vit eru mett, tí maturin smakkar so væl, og vit eru saman við teimum, vit eru góð við. Verður alkohol drukkið aftur við matinum, fjalir alkoholið møguliga stikni – á donskum ”ubehag” – við, at vit longu væl og virðiliga eru mett.
Men, hvørji eru so ráðini?
Yvirlæknin sigur, at bæði um jólini og til dagligt høvdu fólk havt tað betri í búkinum, um minni varð etið av feitum mati, um ikki ov nógv varð etið, og um øl og sapsur ikki verður drukkin fylgjandi dagar. Tað hevði eisini gjørt mun, sigur Dennis Raahave, um fólk vóru meira virkin likamliga um jólini og nýggjárið.