Fólk liggja óhjálpin heima

Við seinastu sparingunum í heimarøktini er spurningurin um vit hava nakra heimarøkt longur, sigur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya

Í heimarøktini eru øll forfard av, at ta enn eina ferð verður spart í hesi tænastuni.
- Vit harmast um hesar sparingarnar á eldraøkinum, tí har r so nógv spart frammanundan.
Hetta sigur Ása Holm, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya. Hetta er fakfelagið hjá heimahjálpunum.
Ása Holm sigur, at limirnir kenna seg ótryggar bæði egna vegna og vegna tey gomlu.
- Eg eri samd í, at pínumarkið nú r nátt, sigur hon.
Tey gomlu, sum búgva í sambýli ella á røktarheimi, fáa í hvussu er eitt sindur av hjálp. Men úti um landi valdið ruðuleiki, og nú náttarøktin er spard burutr, liggja gomul fólk einsmøll og óhjálpin heima, sigur Ása Holm.
Felagið hevru fleiri ferðir mótmælt og sagt, at hesar sparingarnar eru óforsvarligar.
- Við hesum kunnu vit seta spurnartekn við, um vit hava nakra heimarøkt longur. Vit mugu eisini spyrja, hvør politiski viljin er, sigur Ása Holm.