Fólk ið bera brek vilja ikki brúkast sum valagn

Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum vónar, at valstríðið verður trúverdugt

- Eingin hevur áhuga í, at fólk, ið bera brek verða nýtt sum valagn ella sum fangandi yvirskrift í valstríðnum, har høvuðsendamálið er at selja eina yvirskrift fyri síðani at fáa persónligar atkvøður.

 

Tað staðfestir Tóra við Keldu, forkvinna í Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum, MBF, í eini áheitan á valevnini, nú valstríðið upp undir kommunuvalið 8. novembur, harðnar alsamt.

 

- Tað er umráðandi, at gyltu vallyftini eru í samsvari við veruleikan, leggur hon afturat.

 

Og hon heldur, at tí er eisini neyðugt, at valevni seta seg inn í, hvør veruliga støðan á teimum ymisku økjunum, og spyr borgaran, ið valevnið sigur seg umboða, áðrenn einkarrættur verður tikin uppá tað, ið valevnið heldur vera veruleiki, sigur hon

 

Hon fegnast um, at valevni vísa á ymisk viðurskifti, ið enn ikki virka, sum tey eiga.

 

- Tó er her avgjørt umráðandi fyrst t.d. at gera sær greitt, um talan er um landsuppgávu ella kommunala uppgávu.

 

- Á brekøkinum eru føgur orð, vøkur hugsan og góð lyfti tó ikki nóg mikið. Bæði fyri MBF og fyri limafeløgini er tað umráðandi at síggja orð, hugsan og lyfti sett í verk, sigur Tóra við Keldu.

 

Hon vísir á, at MBF er meginfelag við 25 limafeløgum, har øll limafeløgini eins og meginfelagið, gera eitt miðvíst arbeiði hvør á sínum øki, eisini mótvegis lands- og kommunupolitikarum og ymisku umsitingunum.

 

- Onki um okkum uttan við okkum, er ein nógv brúkt og viðkomandi orðing, sigur hon.

 

Tí staðfestir hon, at fyritreytin er heilt einfalt tann, at valevni, sum av álvara vilja at arbeiða til frama fyri brekøkið, eisini hava virðing fyri teimum avvarðandi limafeløgum, valevnið vil umboða.

 

- Brekøkið hevur í dag nógvar røddir, og føroyingar vilja sum heild hava eitt samfelag, har tað er gott at búgva, eisini hjá okkum, ið bera brek.

 

- Hervið heitir MBF á øll valevni til kommunuvalið um at gera sær greitt, at tað ikki er líka mikið, hvussu brekøkið verður ført fram í valstríðnum, og heldur ikki er tað líkamikið, hvat orðaval verður nýtt, sigur hon.