Fólk hugna sær á Countryfestivali

Seinna kvøldið á Countryfestivalinum er í gongd, og higartil hava Country Sisters og Kristina Bærendsen verið á pallinum. Nógv fólk er á festivali í kvøld, og roknað verður við, at nógv leggjast afturat út á kvøldið.

Seinni í kvøld spæla Alex Bærendsen, Magni Christiansen, Arly Karlsen og Joen Magnus Danielsen.

Tá ið Arly Karlsen fer á pallin, fer hann eisini at hava onkrar føroyskar gestir við sær. Hann fer at syngja duett saman við Evi og við Hallur Joensen.

Tiltakið endar klokkan 04 í nátt.