Fólk hava hildið seg heima í kuldanum í nátt

Men hjá einum bilførara er koyrikortið í vanda

Tað hevur verið av tí allarfriðarligasta hjá løgregluni í nátt. Tey siga, at lítið fólk hevur verið í býnum, men tað hevur eisini verið so kalt í nátt, at so títt og knapt, skeinkistøðini lukkaðu, og fólk vórðu koyrd á dyr, fóru tey beint til húsar. Tað hevur nevniliga verið bítandi kalt og onkustaðni hevur tað fryst heilt niður í átta, ella 10 stig.

 

Tá ið tað var lítið at gera á øðrum økum, brúkti løgreglan høvi til at kanna ferðsluna, og í hesum sambandi vóru bilar steðgaðir, bæði ymsastaðni í Havn og har um vegir, og norðanfyri. Løgreglan sigur, at tað var lítil ferðsla, men hjá teimum bilum, ið vórðu steðgaðir, var alt eftir forskriftunum, tí bilførararnir vóru edrúir, bilarnir vóru skøddir eftir forskriftunum, os.fr.

 

Men hjá einum bilførara er koyrikortið í vanda. Tað var í sambandi við eitt ferðsluóhapp á vegamótinum við Landavegin og Marknagilsvegin, at tveir bilar stoyttu saman. Bilar, sum koyra út eftir Landavegnum, hava treytaleysa víkiskyldu, men í gjárkvøldið var tað ein bilur, sum ikki helt víkiskylduna og tískil rendi á ein bil, sum kom eftir Marknagilsvegnum.

 

Løgreglam sigur, at tá ið víkiskylda ikki verður hildin, og tað endar við samanstoyti, ella skaða, eru tað skerpandi umstøður og tá missa bilførarar oftast koyrikortið treytað. Tað merkir, at bilførarin má taka koyrikortið av nýggjum, áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.