Fólk gloyma at tey skulu heim aftaná

Ljóðbrot frá Rás 2

Ráðið fyri ferðslutrygd er farið undir eina nýggja herferð, sum hevur til endamáls at minna okkum á, hvussu lívshættisligt tað er at koyra ávikraður. Herferðin verður gjørd saman við tryggingarfelagnum Trygd.

 

- Fyri summi merkir summarið hugni við øl og víni. Summarið er lívligt og tað verður skipað fyri veitslum og festivalum, og við hvørt so gloyma fólk, hvussu tey koma heim aftan á, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

 

Hon ásannar, at talið á bilførarum, sum verða tiknir fyri rúsdrekkakoyring og at hugburðskanningarnar hjá RFF vísa eisini, at rúsdrekkakoyring er sera illa lýdd millum fólk.

- Hugburðurin er nógv batnaður og ein stórur partur sigur, at tey gera tað sjáldan og mong siga eisini, at tey royna at forða rúsdrekkakoyring, um tey síggja tað fara fram, sigur hon.