Fólk gerast meir einsamøll av Facebook

Amerikanski professarin, Sherry Turkle heldur, at sosialu miðlarnir, so sum Facebook gera, at fólk gerast enn meir einsamøll Sherry Turkle, sum er professari á Massachusetts Institute of Technology (MIT) tvíheldur, at hóast vit hava fingið sosialar miðlar sum Facebook, Twitter og sms-boð, so hevur hetta ikki ført til, at vit menniskju er komin í eitt tættari samband við onnur menniskju.

Í nýggju bók sínari ?Alone Together?, skrivar Sherry Turkle, at vit nútímans menniskju mangla tað, sum tað nýggja samskifti átti at givið okkum, nevnliga samveru, har vit menniskju veruliga møtast andlit til andlit.

Sherry Turkle tvíheldur í bókini ?Alone together?, at vangamyndin hjá fólki á Facebook og Twitter ger, at mong fólk kenna seg einsamøll, burturgoymd, og eru ógvuliga ónøgd við lívið

Sherry Turkle heldur, at mong samskifta við onnur menniskju gjøgnum sosialu miðlarnar, so sum Facebook, fyri at sleppa undan at verða veruliga saman við somu fólkunum í einari ektaðari samveru.

Í mun til fólkatalið eru føroyingar millum størstu Facebook-brúkarar í heiminum. So er spurningurin, um føroyskir Facebook-brúkarar eru samdir við Sherry Turkle?