Bilurin og føroyingur eru eitt. Og eitt gott barometur fyri, um fólk vænta sær verkfall, er sølan av bensini. Eftir køunum við bensinstøðirnar at døma, so roknaðu føroyingar við verkfallinum, sum nú er veruleiki.
? Øll vilja koyra, og út frá bilrøðunum, sum vit hava havt, vænta fólk verkfall. Í gjár vóru væl fleiri enn vanligt, og serliga í morgun (hósmorgunin, blðm.) hava nógv keypt bensin frá okkum. Fleiri hava eisini keypt upp í dunkar. Nógv bíða eisini og vita,um partarnir fara hvør til sítt. Verður verkfall rokna vit við uppaftur fleiri bilum, segði Hanna Thomsen av Statoil-støðini við Streymin fyrrapartin hósdagin.
Tey hava fylt sær tangarnar, so tey hava okkurt at standa ímóti við. 7.000 litrar av blýfríum og 4.000 av diesel var fylt á mikudagin, og tað skuldi rokkið til nakrar dagar, heldur Hanna.
Meira á Frælsinum
Shell-støðin á Frælsinum í Havn hevur eisini selt meira bensin enn vanligt.
? Hetta er ikki av tí ringasta, men í gjár (mikudagin, blðm.) seldu vit kortini nógv meira enn vanligt. Kanska eru tað serliga tey, sum koyra nógv, byggifeløg og onnur, ið leggja inn undir seg. Vanlig fólk taka tað meira róligt og bíða eftir tíðindum um verkfall, sigur Poul Hans Jacobsen av Shell-støðini á Frælsinum.
Shell við Frælsið hevur fylt sær tangarnar. 25.000 litrar av hvørjum slagi var í hvørjum tanga og fyllast skuldi aftur á tremur, um og áðrenn verkfall kom. Men tað røkkur ikki til meira enn ein dag, sigur Poul Hans Jacobsen. Hinvegin klárar Shell-støðin við Ringvegin tað dupulta, men tað er so bara til tveir dagar.
Rólig í Klaksvík
Klaksvíkingar tykjast róligari enn fólk við Streymin og í Havn.
? Kanska vit hava selt eitt sindur meira av bensini og diesel enn vanligt, men tað er ongin panikkur í. Fólk taka tað róligt, sigur Jákup Heinesen, leiðari á Statoil-støðini í Klaksvík.
Hann hevur sína góðu forkláring uppá, hví fólk ikki vænta tað stóra.
? Verður tað verkfall, so verður tað ikki langt. Hesaferð verður Havnin eisini rakt, og so gongur tað skjótari at fáa hetta avgreitt, sigur Jákup Heinesen.