Í fleiri mánaðir nú hava fólk í Klaksvík sæð býargartnarin og hansara fólk gingið og hjúklað og prýtt um grønu økini í miðbýnum, sum skapa sítt serliga huglag kring Summarfestivalin. Og lítil vandi tykist vera fyri, at grønu økini verða oyðiløgd, nú býurin ger seg til at taka ímóti festivalgestum í túsundatali.
- Fólk eru sum heild sera glað fyri grønu økini, og plantur og trø fáa stórt sæð frið á festivalinum, sigur maðurin við grønu ábyrgdini av býnum, Hans Hjalti Skaale, býargartnari.
Ber til at venja fólk
Tó so, tað er komið fyri á Summarfestivalinum, at onkur ikki hevur kunnað hildið fingrarnar burtur og hevur skrykt onkra plantu upp. Og býargartnarin hevur sína egnu teori um, hvør stendur aftanfyri.
- Eg giti, at hetta eru avbygdafólk, sum ikki eru von við, at fríðka verður um bygdina, har tey koma frá. Tey hava stutt sagt ikki lært at virða plantur og trø inni í bygdum umhvørvi, sigur býargartnarin.
Hann hevur fyrr fingið okkurt brigsl fyri at nevna hendan trupulleikan, men sigur, at hetta skal skiljast sum ein positiv viðmerking.
- Royndirnar í Klaksvík hava nemliga víst, at tað ber til at venja fólk til at virða grønu økini. Seinastu árini hevur hvør tann einasta planta og hvørt lítla træ í Klaksvík fingið frið, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, sigur býargartnarin.
Hann greiðir frá, at tá abbi hansara, gamli býargartnarin, og hann byrjaðu at planta bed kring býin miðskeiðis í hálvfemsunum, byrjaði hvør arbeiðsvika við at bjarga syndarligu leivdunum frá herverki á planturnar.
- Vit høvdu ta filosofi, at uttan mun til, hvussu illa bedini vóru farin, og hvussu ofta tað hendi, skuldu vit bara planta umaftur skjótast gjørligt. Vit settu okkum stutt sagt fyri at venja fólk til at hava virðing fyri blómum og trøum. Og tað hevur eydnast í allar mátar, sigur ein fegin og ikki sørt errin býargartnari, sum mælir til, at aðrar bygdir gera tað sama.
Vágsbøur klárur
Stóra arbeiðið hjá býargartnaranum í sambandi við Summarfestivalin er annars at gera sjálvan Vágsbø kláran. Hetta arbeiðið byrjaði longu í vár og hevur hildið á líka síðani. Nógva fólkið á festivalinum í fjør elvdi til so nógv trýst á bøin, at neyðugt hevur verið at lyfta ovasta lagið upp fyri at fáa ilt niður í moldina. Síðani er nýggj mold stroydd á bøin, sum so er sáað við serliga slitsterkum grasfræi, líknandi tí, ið verður brúkt á fótbóltsvøllum. Eftir at grasið byrjaði at vaksa, hava teir sligið bøin á leið 14. hvønn dag.
Eitt er, at bøurin nú er ómetaliga vakur at líta á. Men stóra arbeiði hevur eisini við sær, at lendið nú er klárt at leggja bø til 10.000 dansandi festivalgestir, um tað skuldi verðið.
Vil ikki slætta bøin
Vágsbøur er annars eyðkendur fyri sínar langu veitir, sum skapa bylgjuta lendið. Hetta kemst av, at bøurin er gamalt teigalendi, ið varð brúkt til at velta korn fyrr í tíðini. Longu veitirnar vóru neyðugar fyri at fáa vatnið at renna frá, greiðir býargartnarin frá.
Nógv hava spurt, hví býargartnarin ikki tekur stig til at slætta allan bøin, so har verður lagaligari at ganga, liggja ella dansa á festivalinum. Men tað vil hann helst ikki vera við til.
- Eg haldi tað vera rættiliga vakurt og hugtakandi at vit her í miðbýnum hava eitt teigalendi, sum á sín serstaka máta umboðar eina gamla tíð og mentan. Og so hava veitirnar jú framvegis eina funktión, um tað nú skuldi farið at regna um vikuskiftið, sigur býargartnarin, Hans Hjalti Skaale, við sínum eyðkenda skálkabrosi.