Fútin hevur fleiri ferðir sagt tað fyrr, at sóttarhaldið skal haldast. Og tað undirstrikaði hann aftur í morgun á tíðindafundinum.
– Tað ber til at áleggja fólki at fara í sóttarhald. Virða tey ikki hetta, kann - og eg undirstriki - kann løgreglan tvinga fólk at fara í sóttarhald, segði hann.
Heldur ein ikki sóttarhaldið, kann viðkomandi verða revsaður. Fútin leggur tó dent á, at løgreglan ikki hevur nakran áhuga í at gera brúk av hesum møguleikanum.
Hann vísti eisini á, at um onkur arbeiðir í heilsuøkinum, á eldraøkinum, ella í heimatænastuni, og um onkur hevur sjúkutekin, so skulu fólk biðja um at lata seg kanna.
Møguleiki er at kanna 600 persónar um dagin, men í løtuni verða færri enn helvtin av tí kannaði.