Føli meg illa at skúgva annan partin heilt til viks

Nú fiskidagatalið fyri næsta ár skal ásetast, heldur Henrik Old, at tað er óbehagiliga stórur munur á tilmælunum hjá fakliga serkunnleikanum og teimum sum arbeiða í vinnuni

? Eg føli meg eitt sindur illa við at skúgva Fiskirannsóknarstovuna heilt til viks
Fyrsta stórmálið, sum nývalda vinnunevndin fær at viðgera, verður at áseta fiskidagatalið fyri komandi fiskiár, sum byrjar 1. september.
Henrik Old, nývaldur formaður í vinnunevndini ásannar, at tað er rættiliga stórur munur á, hvat fakligi kunnleikin á Fiskirannsóknarstovuni og tey, sum umboða fiskivinnuna, halda um hendan spurning.
Fiskirannsóknarstovan mælir til at lækka fiskidagatalið rættiliga nógv í summum førum,
? Eitt nu mælir hon til at skerja fiskiskapin eftir toski heilt upp í 35% tey næstu tvey, trý árini.
men vinnan heldur, at tað skal vera óbroytt og at ongin orsøk er til at lækka talið.

Óbehagiliga stórur munur
? Tað er óbehagiliga stórur munur á tilmælunum hjá fakliga serkunnleikanum og teimum sum arbeiða í vinnuni og eg má siga, at eg føli meg rættiliga illa at skúgva annan partin heilt til viks, sigur Henrik Old.
?Vit eiga at vera ógvuliga varin við at skúgva tilmælini frá Fiskirannsóknarstovuni til viks, tí endar tað galið einaferð afturat, sum tað gjørdi fyrst í nítiárunum, er ongin ivi um, hvar svartiper endar, tí tað verður hjá politikarunum.
? Men eg eri púra samdur við teimum siga, at tilmælið frá Fiskirannsóknarstovuni er alt ov víðgongt til at tað kann fremjast, tí avleiðingarnar verða ov stórar.
Hann ásannar, at tað er lítið sannlíkt, at nakrar skerjingar verða gjørdar í ár.
?Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur róð framundir, at hann helst fer at skjóta upp, at fiskidagatalið skal verða óbroytt komandi ár.
? Ger hann tað, er tað helst avtalað frammanundan við samgonguna, og kanska ein part av andstøðuni við, at tað skal verða óbroytt komandi ár, og so er helst ikki nógv at gera.
Sagt verður, at nú skal fiskiflotin undir fylgissveinaeftirlit og at tað skal vera ein avmarking í sær sjálvum.
? Kanska er tað rætt og eg sigi heldur ikki, at fiskidagarnir skulu skerjast í ár. Men tað rættvísger ikki, at vit ikki taka trupulleikan upp og at onki verður gjørt.
? Tí haldi eg, at tað hevði verið ómetaliga ganligt um partarnir í fiskivinnuni, bæði fakligi serkunnleikin og umboð fyri vinnuna brúktu tíðina hetta til fiskidagarnir skulu ásetast fyri fiskiárið 2003-2004, til at semjast um, hvussu vit kunnu leggja upp fyri, at effektiviteturin økist, eins og hann hevur mælt til á hinari greinini her á síðuni.
Hann sigur sostatt, at hann saknar, at vinnan og Fiskirannsóknarstovan eru virknari í tí partinum av fiskivinnupolitikkinum.