ÍF leingir við tríggjar

Tað hoyrist úr Fuglafirði at teir ynskja at túrurin í bestu deildini í komandi kappingarári verður drúgvari enn hann var seinast.

 

Liðið úr Fuglafirði hevur megnað at vunnið sær uppflyting til bestu deildina, og er hetta eitt stig á leiðini, til at byggja eitt lið upp, ið megnar at halda seg í Formula deildini.

 

Leikararnir, talan er um, hava verið berandi kreftir á liðnum, ið megnaði at náa uppflyting til bestu deildina í ár.

 

Leikararnir eru:

 

Fritleif í Lambanum (verjuleikari),

 

Nenad Saric (miðvallaleikari/framherji) og

 

Áki Petersen, (verjuleikari)

 

- Hetta er eitt stig á leiðini til at tryggja Formula fótbólt í Fuglafirði, tey komandi árini, sigur Edva Jacobsen, Peningarøkil í fótbóltsdeildini hjá ÍF.