Jóanes N. Dalsgaard
Í lesarabrævinum fanst eg at einum innslagi í einum útvarpstíðindum, sum eg helt vera villleiðandi. Grækariasmessudag bar útvarpið tey tíðindi, at hægstirættur broytti triðja hvønn dóm hjá eystara landsrætti. Hetta vóru orðini. Um tíðindini vóru sonn, høvdu tey sanniliga verið órógvandi. Men tíðindini vóru tíbetur ikki sonn. Sannleikin var, at av teimum eystara-landsrættardómum, sum kærdir vóru fyri hægstarætt, var triði hvør dómur broyttur. Hetta er nakað heilt annað enn tað útvarpið segði. Talan er um ein mun uppá góðar 1600 dómar. Av uml. 1700 dómum hjá eystara landsrætti vóru færri enn 100 kærdir til hægstarætt. Tað var sostatt skeivt, tá útvarpið segði, at hægstirættur broytti triðja hvønn dóm hjá eystara landsrætti. Sjálvt útvarpsstjórin má kunna geva mær rætt í, at munur er á 1/3 av 1700 og 1/3 av 100.
Í svari sínum ger útvarpsstjórin nógv burturúr at viðgera sinnistøðu mína, umframt at hann hevur hug at arga eitt sindur. M.a. heldur hann tað vera eitt sindur láturligt av mær, í lesarabrævinum at greina hvussu danska rættarskipanin virkar. Hetta vita øll(?!), sigur útvarpsstjórin. Víðari heldur útvarpsstjórin uppá, at útvarpið eingi skeiv tíðindi hevur borið. Hann undirbyggir hetta við, at tíðindini vóru ein endurgeving av eini grein í danska blaðnum Politiken, og at danska útvarpið eisini hevði borið tíðindini. Niðurstøða hansara er tí, at lurtarin (undirritaði) hevur miskilt tíðindini hjá útvarpinum tí at hann »ikki hevur lurtað nóg væl eftir«. Í øðrum lagi tykiskt umberingin at vera, at hevur útvarpið sagt ósatt, so er tað tí at Politiken og Danmarks Radio hava sagt ósatt. »Lúgva vit, so er logið fyri okkum«.
Svarið frá útvarpsstjóranum er ikki sørt órógvandi, eisini um vit síggja burtur frá, at tað leggur ein himmalrópandi mangul uppá professionalismu fyri dagin. Tað, sum útvarpsstjórin týðuliga boðar frá er, at lurtarin er til fyri Útvarp Føroya og ikki øvugt. Og er tað ikki eitt sindur øvugt?!
Eg lurtaði væl eftir tíðindunum grækarismessudag, og hvørja ferð tíðindini um landsrættardómarnar vóru lisin, hoyrdi eg somu villuna. Tí dittaði eg mær til at sláa uppá tráðin til útvarpið henda dagin, men fekk tá somu boðini, sum eg seinni fekk frá útvarpsstjóranum. Í staðin fyri at taka atfinningarnar til eftirtektar, og royna at siga tingini greiðari, so tvíheldur útvarpsstjórin um, at alt er sum tað skal. Eg havi eina samfelagsfrøðiliga útbúgving, og visti eg tí beinanvegin at hesi tíðindini vóru skeiv. Men útvarpið ber so nógv onnur tíðindi, um viðursskifti, sum eg lítlan ella ongan kunnleika havi til. Hví skal eg taka tey tíðindini fyri fult, tá eg havi prógv fyri hvussu lítið trúðvirðið tíðindaflutningur útvarpsins kann hava?
Útvarpsstjórin heldur tað hava týdning fyri málið, at eg var vorðin »firtin« av tíðindunum. Nú liggur tað ikki til mín at gerast firtin, men annars haldi eg tað vera málinum fullkomiliga óviðkomandi. Spurningurin er nógv meira djúptøkin og álvarsligur enn so. Spurningurin snýr seg um, hvørt føroyingar kunnu líta á, at tey tíðindi vit hoyra í útvarpinum eru eftirfarandi og viðkomandi ella ikki. Høvuðsgrundgevingin fyri at tað almenna skal reka fjølmiðlar er júst tørvurin á viðkomandi og eftirfarandi upplýsing um tað, sum hendir og rørir seg í samfelagnum. Tað er vandamikið fyri demokratiið, um fólk eru óupplýst, men hvaðna verri er um tey eru feilupplýst.
Nú kann tað vera, at onkur heldur at hetta er at gera nakað nógv burturúr einum einstøkum tíðindastubba. Tað hevði tað ivaleyst eisini verið, um útvarpið annars bar eftirfarandi og viðkomandi tíðindir. Men so er ikki. Herfyri bar útvarpið tey tíðindi, at íslendska Altingið hevði »avtikið verkfallsrættin hjá íslendskum fiskimonnum«. Tíðindi vóru beinleiðis ósonn og villleiðandi, tí talan var sjálvandi ikki um at myndugleikarnir í brøðratjóð okkara fyri vestan høvdu gjørt seg inn á grundleggjandi mannarættindi. Talan var um, at Altingið, eins og Løgtingið so ofta hevur gjørt, hevði steðga einum verkfallið við lóg. Verkfallsrætturin er sostatt tann sami í Íslandi, sum hann hevur verið tað í mannaminni.
Eitt annað dømi er, tá tíðindaflutningurin er kryddaður við fullkomiliga óviðkomandi upplýsingum, sum kunnu vera við til at geva lurtarunum eina skeiva fatan av, hvussu heimurin sær út. Herfyri bar útvarpið tey syndarligu tíðindini um, at enn ein ungdómur í USA hevði gjørt feigdina um seg á einum skúla, har hann hevði skotið frá hond. Tíverri hava vit í seinastuni ofta hoyrt slík tíðindi úr USA, men hesaferð helt tíðindaupplesarin tað vera týdningarmikið at vit vóru kunnaði um húðalit brotsmansins. Í hesum førinum visti útvarpið, at talan var um ein littan drong. Og hvat so?! ? kunnu vit spyrja. Verður sorgarleikurin størri ella minni tess vegna? Ella er talan um at blása til onkran fordóm um, at ikki-hvít menniskju eru vandamiklari enn vit hvítu? Ella hví var viðmerkingin um húðalitin á brotsmanninum viðkomandi ? relevant? Svar ynskist.
Kanska svarar útvarpsstjórin enn einaferð, at talan er um misskiljingar, tí at lurtarin (tað eru fleiri við mær, sum eru ørkymlað) ikki lurtar nóg væl eftir. Men kann útvarpsstjórin lata eyguni aftur fyri, at fólk javnan misskilja tey tíðindi, sum útvarpið ber? Well, tað kann gott vera at vit øll eru býtt ? uttan útvarpsstjórin og hansara fólk sjálvandi. Men var tað so kanska ikki uppá sítt pláss, at útvarpsstjórin við fylgið kreyp niður úr fílabeinstorninum í Sortudýki og í eygnahædd við lurtaran royndi at lýsa veruleikan sum hann er rundan um okkum, á ein hátt, so at vit býttu lurtarar, sum lurtað so illa eftir, kortini skiltu tey klóku orðini úr erva?