Hettar kann eg siga sum royndur fótbóltsdómari og nú virkandi fótbóltsdómaraeygleiðari.
Haldi at FSF kann ikki verða at sær komið at verja slík úttalilsir um Lars Muller (sum var dómari í dystinum) sum Jákup Mikkelsen kemur við beint eftir steypafinaluna um Løgmanssteypið. Sjálvandi skal hetta geva leikbann. Tað verður tosað um málið viðv. Bartal á sinni har hann fær 2 dagar leikbann.
Her velur FSF at samanbera seg við Bretland og vil gera mun á, tá ivi verður sáddur viðv. gegni ella evnum hjá einum dómara, tá fellur hamarin (sí grein á portalinum). Meðan støðan er ein onnur tá leikari ella dómari úttala seg um dómaraavgerðir og um hettar hevur kostað teimum sigurin ella ikki, her skal eftir úttalilsunum hjá Kappingarnevndini ikki fella nøkur revsing, bert ein átala (”eg spyrji bara átala fyri hvat um onki galið er farið fram”).
Hesar tulkingar skal eg lata liggja beint nú. Men heldur vísa á, at tað var ikki tað, Jákup Mikkelsen gjørdi eftir Steypadystin í Klaksvík, hann ynskir steypavinnarunum EB/S tillukku sum eisini er í lagi. Men samstundis ynskir hann dómaranum í dystinum Lars Muller tillukku við hesum sama sigri, og HER er tað at FSF eigur at sláa hart niður á hettar úttalilsið og geva Jákup Mikkelsen leikbann, tí hettar er ein háan ímóti øllum fótbóltsdómarum og ikki minst Lars Muller persónliga. Støðan hevði verið ein heilt onnur, um Jákup hevði valt at gingið framvið Lars og sagt hettar við hann og ikki fyri opnari mikrofon, so kundi dómarin gjørt nakað við tað, um hann vildi ella latað verða.
Um Jákup hevur verið okkara landslismálmaður og verið uttanlands og leikt pro-fótbólt, so skal honum ikki verða loyvt at háða íttróttarfólk í leiki soleiðis, sum hann her hevur gjørt ímóti dómaranum sum var í steypafinaluni í Klaksvík.
Eftir hesa avgerð FSF’s kunna í prinsippinum øll háða allar fótbóltsdómarar fyri opnari mikrofon, um teimum hóvar tað, uttan nakrar avleiðingar, t.v.s. um FSF ikki beinanvegin broytir hendan dómin/avgerðina.
Eg sakni eisini leiklutin hjá FDF í hesum málinum, hví traðka tit ikki alment fram og siga tykkara hugsan um málið. Var tað rætt, so tók ongin fótbóltsdómari floytuna til dystirnar sum leikast skula nú. Um ikki meira viðring kann vísast fótbóltsdómarunum í Føroyum og FSF ikki sær eina slíka støðu sum sera, sera álvarsama og rættar sína avgerð.
Góðu fótbóltsdómarar, standið saman og bakkið hvønn annan upp, tá slík on-fair play hendingar ráma tykkum í fótbóltsleikinum.
Við ítróttarkvøðu
Miðvágur 24.08.2011