Føðingardagskvøða til Dánjal av Rana

- sum verður 80 ár hin 15. desember 2005

Góði vinur og samáhugafelagi, bygd og bygdafólki til frama.
Eg vil senda tær hesa kvøðu, nú tú røkkur kempualdri og rundar tey áttati árini.
Tú hevur sanniliga staðið, sum drangur í brimi, soleiðis sum tað hevur leika um teg hesi farnu ár.

Men - tað vil eg siga, at eftirmæli vil prógva: at hevði tú ikki staðið á odda, bæði í Fylking og býráði og stuðla vinnulívi og fiskiflotan á Tvøroyri tá búskapurin - landsbúskapurin - skrædnaði, so hevði Tvøroyri ikki hóra undan.

Teir øvundamenn tínir, stovnaðu Tvøroyra Sosialdemokratiska felag, Forrestin - hvat bleiv av Tvøroyra Demokratiska Felag? Hvar eru teir allir? Eg eri bangin fyri, at teir hava fingið sína løn.
Tó - eg skal ikki døma teir. Ein er sum skal døma okkum øll.
Tað vita bæði tú og eg, sum so mangan hava skift orð um andalig virðir.
Nú vil eg ynskja tær Guðs signing á degnum og ynskja tær nøkur góð ár í ellini saman við tínum húski.

Gomul eik í føgru lund
Blóma man hon enn.
Alsk hon ber til Føroya grund.
So roynast rættir menn.

Við vinarkvøðu
Jákup Vang