Revival spælir til dans í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í leygarkvøldið. Høvið er, at skemtiliga kórið Mpiri fyllir 10 ár, og tí verður 10 ára føðingardagur við ballóndansi, tombola og ymiskum skemti.
Í erva í Føroyahúsinum verður karaoke-kapping, har kendu syngjandi systrarnar Anna Maria og Jensina Olsen skipa fyri og kanska syngja ein sang av og á. Til ber eisini at vinna ein ferðaseðil við Atlantic Airways.
- Eitt ekspertpanel kemur at døma títt talent, og er tú nóg góð/ur, kemur tú í finaluna. Finalan verður á stóra pallinum við REVIVAL som karaoke-band. Tær nýtist ikki at vera vanur sangari fyri at luttaka - kom og fá eina stuttiga løtu, verður sagt í tíðindaskrivi frá Mpiri.









